Mugu hava búskaparligt sjálvbjargni

?Tann komandi eldrabylgjan fer at hava við sær munandi broytingar í danska og føroyska samfelagnum. Soleiðis at vit í 2015 skulu vænta okkum at fáa muandi minni blokkstuðul, tí tá hava danir ikki í sama mun ráð at gjalda hann longur. Blokkurin eigur at verða frystur fastur, soleiðis at virðið av honum minkar líðandi, sigur Kári Petersen m.a. í samrøðu við Sosialin um búskap og løgtingsval

Løgtingsval/samrøða

Millum tey uppstillaðu til løgtingsvalið er eisini Kári Petersen. Hann hevur áður verið mest kendur fyri at vera búskaparfrøðingur, og hann hevur eisini javnan verið frammi við sínum hugsanum um búskaparlig viðurskifti. Hann hevur eisini áður kunnað kallað seg tingmann, tí hann sat á tingi í góðar tríggjar vikur í 1984. Tá var hann eykamaður fyri Thomas Arabo í Norðstreymoy. Nú bjóðar hann seg aftur fram sum valevni til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin, tí ? sum hann sigur ? eg havi altíð verið javnaðarmaður.
Hann er útbúgvin búskaparfrøðingur, cand.polit, og hann hevur starvast við føroyska búskapinum burturav í mong ár. Hann hevur eisini tikið ein MBA í London innan virkisbúskap. Í dag er hann 43 ár og starvast hjá Landsbankanum.

Bygging
Sum nevnt hevur Kári roynt seg sum løgtingsmaður. Soleiðis sæð er tað kanska einki at undrast yvir, at hann velur at stilla uppaftur hesaferð, men tað er nakað síðani, at hann gjørdi vart við seg á politiska pallinum.
?Eg kundi hugsað mær at viðvirka við nøkrum hugskotum, sum kanska ikki eru í føroyskum politikki. Eg havi mínar meiningar og hugsjónir ? eisini á øðrum økjum enn bert tí búskaparfrøðiliga. Eg havi nøkur ávís øki, ið eg havi áhuga fyri. Eitt er viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, har eg sera fegin vil gera Føroyar búskaparliga sjálvbjargnar, sigur Kári Petersen, tá vit spyrja eftir, hví hann hevur valt at trína aftur á politiska leikpallin.
Í hugnaliga umhvørvinum hjá Landsbankanum er tað skjótt, at prátið fer at snúgva seg um búskap, og hetta er eisini ætlanin.
Tað er tó torført at definera, hvat búskapur snýr seg um. Í øllum førum er Kári skjótur at nevna sethúsatrupulleikararnar. Eftir hansara tykki koma tær dýru leiguútreiðslurnar, sum nógv mugu gjalda, ikki til nakra nyttu, aðra enn at gjalda leigu, tí leigan gevur onga uppsparing. Hesi eru tey, ið ikki hava ráð at fylgja við á sethúsamarknaðinum.
?Skapaðu vit heldur karmar fyri størri íbúðarbygging - serliga í Havn - har tær einkultu eindirnar vóru um 70-80 m2 og prísurin lá um 800.000, so fóru pengarnir heldur til eina uppsparing, heldur enn út gjøgnum vindeyga. Hetta hevði serliga komið væl við hjá barnafamiljum, sum eisini seinni kundi selt hetta aftur og keypt sær okkurt annað. Hetta hevði verið møguligt, tí tey í veruleikanum hava spart upp um 400.000 kr., sigur Kári Petersen.
Eftir hvat hann sjálvur hevur kannað, so kann henda verkætlanin gerast veruleiki. Byggilendi er til staðar í Havnini, og byggingin kann gerast á ein so góðan hátt, at hetta fer at rigga saman við føroyska landslagnum. Kári veit at siga, at útreiðslurnar høvdu ligið um 5.000 kr. netto um mánaðin, og eftir 10 ár vóru fólk komin væl uppundan, soleiðis at tey hava eina uppsparing, og slept verður undan tí órætti, ið verður gjørdur móti teimum ungu familjunum.
?Fíggjarlógin er økt 950 mió síðani hetta landsstýrið kom til, og tað fær stóra ávirkan, tá útreiðslurnar verða hækkaðar upp á so stutta tíð; sethúsapríshækkingar hava verið nógv størri enn lønarhækkingarnar hesi seinastu fýra árini, og hetta ger tað serliga trupult hjá teimum ungu barnafamiljunum, sum ikki fáa nóg nógv burturúr Samstundis er talið av húsum ikki voksið nakað serligt tey seinastu fýra árini, og hetta økir bert um trupulleikan, sigur Kári Petersen.
Tað krevur ein breiðan rygg til at bera eina sovorðna verkætlan, men hetta hevur Kári eisini eina loysn upp á. Fíggingin til hetta átakið kundi Kára væl hugsað sær kom úr Húsalánsgrunninum. Grunnurin hevur, sambært Kára, onga uppgávu eftir í dag, tí peningastovnarnir røkja tað, ið Húsalánsgrunnurin setti út í kortið at gera.
?Tað er ógvuliga gleðiligt, at samgongan hevur gjørt nakað fyri pensjónistarnar, men tað manglar í stóran mun nakað til barnafamiljurnar. Sum støðan er nú hevur ein familja, tvey vaksin og tvey børn, minni eftir enn tveir pensjónistar, ljóðar tað frá Kára.

Blokkur
Tað er einki yvir at dylja, at kjakið um føroyska búskapin seinastu fýra árini einamest hevur snúð seg um blokkstuðulin úr Danmark. Nógv hava fólkini verið, sum annaðhvørt hava talað at og talað fyri hesum góða blokki, sum kemur siglandi úr Danmark á hvørjum ári.
?Eg eri ikki fyri fullveldi. Eg haldi, at tað hevur sera stóran týdning, at vit gera føroyska búskapin meira sjálvbjargnan, men fullveldismaður eri eg ikki, sigur Kári Petersen.
Hann tekur undir við sjálvsstýrisuppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, og har tað serliga tillagingin av blokkinum, ið hann heldur vera eitt stórt stig tann rætta vegin.
?Vit skulu fastfrysta blokkin á einari ávísari upphædd, soleiðis at blokkurin við tíðini minkar tvey prosent í virði á hvørjum ári, metir Kári.
Orsøkin til, at virðið á blokkinum minkar, um hann verður fastfrystur, er, at búskaparvøksturin og inflatiónin í Føroyum hevur hetta árini á hann. Vøksturin í føroyska búskapinum er um fimm prosent, men tað stóð eisini rættliga illa til fyri nøkrum árum síðani.
Búskaparligt sjálvbjargni hevur sera stóran týdning í huganum hjá Kára Petersen ? eisini við atliti at framtíðini.
?Tann komandi eldrabylgjan fer at hava við sær munandi broytingar í danska og føroyska samfelagnum. Soleiðis at vit í 2015 ikki skulu vænta okkum at fáa nakran blokkstuðul, tí tá hava danir ikki ráð at gjalda hann longur.
Eldrabylgjan er tað stóra talið av pensjónistum, ið eru væntandi innan alt ov nógv ár, orsakað av broytta samfelagsmynstrini við m.a. longri livialdri, verður talið av pensjónistum nógv fleiri, og hetta fer eisini at kosta samfelagnum. So mikið stórur er kostnaðurin, sambært Kára, at ráð ikki verða til eins stóran blokk frá danskari síðu til Føroya.
?Eg trúgvi, at blokkurin sum heild er hvørki av tí ónda ella góður. Hann er bara tað, ið vit gera hann til sjálvi. Um eitt landsstýrið byrjar at trýsta pengarnar innyvir samfelagið, tá støðan í búskapinum er góð, so er hann ringur, og vit fáa hollendska sjúku av honum. Verður hann koyrdur inn í búskapin, tá tíðirnar eru ringar, so er hann fínur. Hann er tað, ið vit nýta hann til. Eg eri sum heild av teirri sannføring, at hann hevur gjørt nakað gott fyri føroyska samfelagið, metir Kári.
Um hollendsku sjúkuna er tað at siga, at hetta er ein búskparlig ?sjúka?, sum kemst av, at ein ov stór mongd av peningi kemur inn í pengarensli, og hetta ger, at lønarlagið og prísr hækka og kappingarførið minkar.
?Landsstýrið, ið hevur sitið nú, hevur prógvað sínar egnar spádómur um, at blokkurin er ringur fyri Føroyar. Tey hava økt nýtsluna í Føroyum upp á 950 mió upp á fýra ár, har nakað av nýtsluni er í partafeløgum, ið liggja uttanfyri fíggjarlógina. Tá ið tú trýstur so nógvar pengar inn í búskapin so mást tú fáa inflatión. So sitandi landsstýrið hevur ikki dugað at brúkt blokkin, og tað eru serliga tær ungu familjurnar, ið betala prísin fyri hetta, metir Kári.
Sambært Kári kundi verið sloppið undan hesum við antin at fastfrysta blokkin ella nýta blokkin í staðin til at gjalda aftur skuldina, í staðin fyri at skerja hann eisini við 366 mió.
Loysnin, sambært Kári, er, um blokkurin fyrst verður nýttur til at niðurgjalda skuldina og síðani frysta blokkin, soleiðis at hann minkar í virðið, og føroyski búskapurin verður betri fyri.
?Vit skulu brúka meira av honum tá íð tað eru ringar tíðir og minni í góðum.
Tað er somuleiðis neyðugt at vit fáa ein búskapargrunn, so eingangsinntøkur
ikki verða brúktar í einum einstøkum ári, og harvið trýsta eina inflatión í gongd.
Tað sama er galdandi fyri oljuinntøkurnar. Skulu vit fáa nakað burturúr oljuni, so
er neyðugt, at vit hava ein búskapargrunn. Annars er stórur vandi fyri at allur
peningurin, ið kemur inn í búskapin, bert førir til eina stóra inflatión, heldur Kári.
Eingin oljuinntøka skal í landskassan, men latast til grunnin. Útrokningar hjá Kára
siga, at um vit hava eins nógva olju sum Hetland, so kunnu vit rokna við at fáa
18 milliardir í oljuinntøku. Um realavkastið er 3 %, so gevur eitt stovnsfæ uppá
18 mia. kr. eina árliga rentuinntøku uppá 540 mió kr. til føroyska samfelagið.
?Hetta er ein góð helvt av ríkisveitingini. Tað er neyðugt, at viðtøkurnar um,
at búskapargrunnurin bert kann útgjalda realavkastið, verða staðfestar í
stýrisskipanarlógini, sigur ein avgjørdur Kári Petersen.

Kapping
?Tað skal nógv meira kapping til í Føroyum. Eg trúgvi ikki upp á hetta við at kontrolera, men eg haldi tað so heilt greitt er ov lítið av kapping í Føroyum. Vit hava t.d. bara tveir bankar og sum heild er tað lítið innan hvørja vinnugrein. Tað besta fyri brúkarin er kapping. Á hesum økinum er, eftir mínum tykki, eingin annar máti enn at fáa marknaðin at virka, og her kundu vit eisini dugað betur at endurnýggja okkum í Javnaðarflokkinum, sigur Kári Petersen.
Tað verður oftani sagt, at búskaparfrøðingar av tí nýggja slagnum eru allir líka, og hetta er Kári Petersen kanska ikki heilt ósamdur við. Hann kennir tað neyðugt, at vinnan og kappingin verður løgd í hendurnar á marknaðarkreftunum, tí hetta vil í síðsta enda skapi betri úrslti fyri borgararnar.
-?Eg kundi hugsað mær, at vit høvdu ein banka afturat í Føroyum. Hetta vildi givið betri kapping, og skapt betri fortreytir fyri føroyska búskapin. Eg haldi væl, at mann frá almennari síðu kann fara inn her og umskipa ein av almennu stovnunum ella grunnunum til ein banka, metir Kári Petersen.
Høvuðspersónurin hevur sum sagt búð í Onglandi, og har hevur eisini kent ein annan hugburð innan kapping enn í Føroyum.
?Har er ein øgiliga hørð mótstøða móti øllum tí, ið kundi koma undir einkartilgerð í vinnulívinum, og hetta er líka mikið, um tú ert høgra ella vinstra sinnaður. Har er tað bara beinhørð kapping, ið allir flokkar taka undir við, sigur Kári.
Her hjá okkum er tað ein onnur støða, heldur Kári.
?Høgra sinnaðir flokkar halda eisini hondina yvir teirri skipan, ið vit hava. Allir flokkar ganga inn fyri vælferðarsamfelagnum meira ella minni í Føroyum, og hetta gera teir eisini í Danmark, har ein nýggjur liberalur flokkur kemur til ræðið við teirri skrá at nýta fleiri pengar upp á sjúkrahúsverkið, hugsar Kári.
Í spurninginum um privatisering hevur Javnaðarflokkinum eisini markerað seg vera meira vinarligan móti privatiseringum enn áður. Eitt nú hevur Javnaðarflokkurin víst á, at tað hevur stóran týdning, at Føroya Tele fær innskotið kapital.
Kári er av teirri fatan, at tað hevur sera stóran týdning, at vit gera okkum greitt, hvussu landið liggur í hesum førinum.
?Tað eru nakrar fyritøkur, sum heilt einfalt eru betri egnaðar enn aðrar at privatisera. Í spurninginum um Fiskavirking og Fiskasøluna og hinar privatu fyritøkurnar, ið gjørdust almennar undir kreppuni, er tað í mínar verð eingin ivi, at hesar skulu aftur á privatar hendur. Hesar egna seg at fara á privatar hendur, men tað er púra burturvið í mínari verð at tosa um at privatisera heilsuverkið, tí hetta egnar seg als ikki til privatisering, sigur Kári Petersen.
Hann vísir á dømi við Sambandsríkinum, har tað nógva av heilsuverkinum er á privatum hondum. Har er heilsuverkið eisini nógvar ferðir dýrari at reka, enn tað er hjá okkum, tí tey duga eisini at vinda burturúr sjúkum fólki, metir Kári.
Hjá Kára er kappingin altavgerandi. Hetta gevur eitt betri tænastustøði í síðsta enda. Eisini mugu vit fylgja við gongdini, og teirri støðugu altjóðagerðing, ið fer fram, eitt nú við Føroya Tele, sum eigur, sambært Kára, at sleppa frítt at luttaka á hesum marknaðinum.
?Vit hava ongan virðisbrævamarknað, tí tað er ikki hend nøkur privatisering, og tað er ikki hend nøkur privatisering, tí tað er eingin virðisbrævamarknaður, sigur Kári Petersen.
Vil mann hava føroyingar at keypa eitt nú Føroya Banka, so ber ikki til at selja í einum høggi. Eg haldi, at vit skulu hava minst ein banka á føroyskum hondum, men enn hava vit bert tveir, og tað skuldi helst verið tríggir, heldur Kári, sum tó ikki heldur tað vera nakað negativt, um útlendskir íleggjarar keypa sær ein part av Føroya Banka.

Vinna
Kári Petersen er av teirri heilt greiðu fatan, at fiskivinnan í Føroyum kann rekast meira rationelt. Fiskidagarnir skulu gerast umsetiligir innanfyri bólkarnar.
?Lógirnar binda fiskivinnuna fasta í ov stórum kapasiteti. Vit høvdu fingið munandi meira burturúr, um vit lótu upp fyri møguleikanum fyri færri skipum við fleiri fiskidøgum. Ein minni og meira rationellur floti hevði í síðsta enda givið størri yvirskot, metir Kári.
Hann heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at fiskivinnan verður effektiv, men sær samstundis stóra møguleikar í aðrari vinnu, sum eitt nú innanfyri gen, tí her eru føroyingar nakað veruliga serstakt, og vit eiga ikki at vera bangin fyri nýggjum møguleikum, heldur Kári.

Framtíð
Sum nevnt aðrastaðni verður munandi meira av pensjónistum í Danmark innan heilt nógv ár, og gongdin vil eisini síggjast í Føroyum. Tølini hjá høvðuspersóninum siga, at tey eldru kosta einar 750 mió í dag. Í 2030, tá næsta ættarlið verður pensjónistar, verður tað talið eini 1.200 mió, og hetta gevur eina broytta mynd, tí talið av arbeiðsførum veksur við 10%, men pensjónistatalið veksur 50-60% frá um 6.000 til gott og væl 10.000. Tað vil siga, at tað vera færri til at gjalda munandi meira. Hetta passar í Kárasa verð ikki serliga væl saman við fullveldiskósini í tí, at blokkurin verður avtikin.
?Skulu vit hava ráð til hospital og annað í framtíðini, krevst at vit finna eina loysn á eldraøkinum, tí tørvurin bara veksur. Tað, ið landsstýrið hevur gjørt higartil við at hækka pensjónirnar, uttan at hækka uppsparingina, ger bara trupulleikan á fíggjarlógini verri, heldur Kári fyri.
?Vit mugu harafturat fara ígongd við at spara upp beinanvegin, tí hetta gevur okkum betri kort á hondini í einari framtíðarstøðu. Vit fáa eisini eina heilt aðra støðu á eftirlønarøkinum í Føroyum. Landsstýrið hevur ikki gjørt nakað fyri at loysa trupulleikanum, tí til tess krevst ein uppspard pensjón. Mann má finna eina loysn á hesum sum skjótast. Loysnin má liggja uttanfyri landskassan, men ein blandað privat og solidarisk loysn er ein møguleiki, sigur Kári Petersen.
?Eg havi sjálvur arbeitt við føroyska búskapinum tað mesta av mínum vaksna lívið, og eg meti tað vera alneyðugt, at funnin verður ein breið politisk semja um framtíðar føroyska búskapin, sigur Kári at enda.