vit vónaðu tað, segði 13 ára gamla Elspa Mørkøre, eftir at hon sum seinasti svimjarin í stafettini hevði svomið gullið heim til Føroya. Vit vistu, at kjansurin var har. Vit gjørdu okkara besta, og tað bar [...] umfarinum. Nathalia Reinhardt syrgdi síðani fyri, at leiðslan hjá føroyingum varð varðveitt, og so fekk yngsti svimjarin á liðnum, Elspa Mørkøre, heiðurin at svimja føroyska gullið heim á teimum seinastu 50 [...] Reinhardt var triði føroyski svimjarin, og hon stúrdi fyri, at leiðslan hjá føroyska liðnum skuldi rúka, tá ið hon leyp út í. Eg var bangin fyri, at vit skuldu missa leiðsluna, og vendingin hjá mær kiksaði
droymdi um at blanda seg millum fýra tey bestu, er aftast, og nú verður tosað um og gitt, at væl dámdi venjarin og fyrrverandi bankastjórin Ove Pedersen verður næsti venjarin í superliguni, sum fer at fáa sekkin [...] SUPERLIGAN Í fyrrakvøldið á midnátt var ikki loyvt at keypa og selja spælarar í superliguni. Ein av síðstu flytingunum var, at Rógvi Jacobsen flutti úr KR í Reykjavík og til Haderslev og SønderjyskE, sum [...] av, at FCM ikki megnaði meiri enn 1-1 móti Viborg, sum í longum løtum var niðurspælt, og í Esbjerg stendur heilt illa til. Hesa ferð taptu teir 1-0 á heimavølli móti AGF. Harvið er støðan tann, at Esbjerg
hildin í samband við, at tað nú eru tíggju ár liðin, síðan felagið varð stovnað og keypti trolaran, Akraberg, sum er fyrrverandi Beinir og Skálafjall, á tvingsilssølu. Men umframt at skipa fyri døgurðaborðhaldi [...] er áhugaverdur at lurta eftir. Aftrat hesum vóru umboð fyri grannskoðarafyritøkuna, Rasmussen & Weihe, sum við tølum greiddu frá gongdini í fiskivinnuni. Døgurðin Klokkan 19 var klárt at fara til døgurðaborðið [...] røður hildnar, og fólk vóru í góðum hýri. Tey, sum vóru við til hátíðardagin, lata ógvuliga væl at og siga, at fyriskipingin var rættiliga professionell og eydnaðist til fulnar. Gott ár í fjør Verksmiðjutrolarin
Neistanum og Manuelu Stan úr VÍF, at vísa, hvør dugur er í teimum. Ikki kann sigast annað, enn at tær báðar stóðu ein góðan dyst, og ikki minst átti Manuela sín stóra leiklut í, at VÍF í seinna hálvleiki av álvara [...] Neistin hevði eina lítla leiðslu so at siga allan hálvleikin, og móti endanum av fyrra hálvleiki gjørdi havnarliðið ein vørr og øktu um leiðsluna hjá sær, soleiðis at tær vóru á odda við fýra málum, 16-12 [...] um munin, so sást á øllum brøgdum, at Neistin hevði neyðuga yvirskotið, og tær vunnu dystin uppiborið 25-21. Tá ið Søljan samstundis basti StÍF á Skála, merkir hetta, at Neistin og Søljan framvegis liggja
Boð hava tó verið eftir honum at vera skúlaleiðari í styttri skeið á Eiði, í Lorvík og í Vestmanna. Tað sigur eitt sindur um tað álit, sum skúlamyndugleikarnir hava á honum, at hann hevur verið boðsendur [...] árini 1993-94 hevði hann eisini kommunumál um hendi, og tað var ikki tað lættasta at umsita tá. Tað var hansara hugskot at stovna ein kommunalan láns- og veðhaldsgrunn, eins og hann eisini setti bæði hámark [...] hann eitt tev sum fáur og dugdi í allari stillheit at fáa sítt ígjøgnum. Hann veipaði ikki nógv við ørmunum, og harðmæltur var hann heldur ikki, men at fáa úrslit, tað dugdi hann. Signar er giftur við Gunnvør
eyðkent hana, at hon hevur havt umsorgan fyri sínum og so mongum øðrum. Eitt nú hevur hon verið røsk at skriva brøv. Av og á hava minningarorð og aðrar heilsanir frá hennara hond verið at sæð í bløðunum [...] Stellu Mariu. Í fleiri ár róði Torleif út í Árnafirði. Í 1971 fór hann at arbeiða á flakavirkinum á Kósini, og tá var tað skjótt, at familjan flutti til Klaksvíkar. Torleif var á Kósini, inntil hann fyri [...] síðani, at familjan flutti úr Árnafirði, so er alskurin til og vitjanirnar í heimstaðnum nógvar. Tá ið 8-mannafarið Árnfirðingurin var upp á tað besta miðskeiðis í seksti árunum var Torleif við til at manna
sum eru heimleys og tískil liva so at siga á gøtuni. Ferðin var partur av vallærugreinini, sum tey kalla 10+. Farið varð úr Danmark 3. februar. Málið við ferðini var at stuðla danska trúboðaraparinum Súsonnu [...] barnaarbeiði. Nøkur hjálptu til við at byggja eina kirkju í einum býi, sum eitur Eldoret. Undan fráferðini úr Danmark høvdu næmingarnar fyrireikað seg í fleiri mánaðir í at venja dukkuteatur, dans og drama [...] Tausen. Eingin av floksfeløgum hennara hevur verið í Føroyum áður. - Og tí vóni eg, at vitjanin her á páskum fer at vera eitt minni fyri lívið hjá teimum, sigur 17 ára gamla toftagentan.
til Hirtshals. Tórhallur Thomsen, stjóri, hevur góðar vónir. Hann metir, at við tí prísi skipið fekst fyri, eigur tað at fara at bera til. Skipið stendur í 13 milliónum, sigur hann. Fyrsta túrin úr Føroyum [...] Og ein tann fyrsta farmatúrin á millum Føroyar og táverandi Danmark hoyra vit um í føroyingasøgu um, at ein annar kendur gøtumaður, Tróndur í Gøtu, gjørdi. Eisini í aðrar mátar hava gøtumenn í dag tikið [...] var móttøka í nýggju farmahøllini, sum Heri Thomsen hevur bygt á havnarlagnum. Nógv fólk var komið at heilda upp á teir, sum standa fyri hesum nýggja tiltakinum, og fleiri tóku orðið á samkomuni. Tórhallur
sjey kappróðrunum farnir aftur um bak. Og eingin ivi er um, at kappróðraráhugaði langt síðani hava gjørt sær eina mynd um, hvørjir bátar fara at vinna meistaraheitið. Komandi vikuskiftið stendur so sætti [...] tveimum av bátaflokkunum verður bert neyðugt hjá fremstu bátunum í FM-kappingini at fullføra róðurin á vestanstevnu fyri at tryggja sær meistaraheitið. Hjá 10-mannaførunum hevur Eysturoyingur vunnið allar [...] sostatt eru teir 10 stig fremst í FM-kappingini. Av tí at tað bert hava verið tríggir bátar við í kappingini hjá 10-mannaførunum í ár, so er heilt víst, at Eysturoyingur í minsta lagi fær átta stig afturat
Føroyum. Skjótt gjørdist greitt, at tað var ikki lætt at skjalfesta hana, tó at hon var sjónlig og virkin í samfelagslívinum. Tí var farið í holt við tey Müllersfólk, ið myndaðu avgreiðsluna hjá DFDS, nevniliga [...] Í ár hava vit valt at taka upp evnið um Müllersfólkini í Havn. Ætlanin var upprunaliga at gera eina framsýning um Ebbu Müller Frú Müller, ið m.a. var reiðari, men mest kend sum stjóri á DFDS í Føroyum [...] ið doyði ungur. Frú Müller var kona H.C. (y), og hon helt fram við DFDS, til hon doyði í 1967, og at enda Ebbe, sum doyði árið eftir. Sostatt umboðaði Müller donsku reiðarafyritøkuna eina heila øld, og