Nú vit eru komin út í hálvan juli mánað, eru fimm av teimum sjey kappróðrunum farnir aftur um bak. Og eingin ivi er um, at kappróðraráhugaði langt síðani hava gjørt sær eina mynd um, hvørjir bátar fara at vinna meistaraheitið.
Komandi vikuskiftið stendur so sætti róðurin fyri framman á vestanstevnu í Sørvági, og longu nú kann meistaraheitið avgerast í flestu av róðrunum.
Tveir skulu bara fullføra
Í tveimum av bátaflokkunum verður bert neyðugt hjá fremstu bátunum í FM-kappingini at fullføra róðurin á vestanstevnu fyri at tryggja sær meistaraheitið.
Hjá 10-mannaførunum hevur Eysturoyingur vunnið allar róðrarnar í ár framman fyri Vestmenning, og sostatt eru teir 10 stig fremst í FM-kappingini. Av tí at tað bert hava verið tríggir bátar við í kappingini hjá 10-mannaførunum í ár, so er heilt víst, at Eysturoyingur í minsta lagi fær átta stig afturat, og tí skulu teir bara fullføra róðrarnar á vestanstevnu og ólavsøku fyri at tryggja sær meistaraheitið.
Tað sama er galdandi fyri Jarnbard í kappingini hjá 6-mannaførum við kvinnum. Tær eru í løtuni 11 stig framman fyri Kollfirðing í FM-kappingini, og eisini hjá teimum hava bert tríggir bátar verið við síðstu róðrarnar. So um tær koma á mál í Sørvági og á ólavsøku, so kunnu tær rópa seg føroyameistarar.
Fýra aðrir kunnu avgera
Tað eru tó heili fýra bátsmanningar afturat Eysturoyingi og Jarnbardi, sum kunnu tryggja sær meistaraheitið í Sørvági.
Hjá 5-mannaførum við gentum er Hvassi í løtuni níggju stig framman fyri Drekan, og tí kunnu genturnar úr Sundalagnum við einum sigri á vestanstevnu vera vísar í gullheiðursmerkjunum í FM-kappingini.
Eisini kvinnurnar umborð á Sílinum kunnu vinna meistaraheitið í Sørvági. Tær eru nevniliga eisini níggju stig framman fyri Ørnina og Fípuna Føgru, so ein sigur gevur eisini teimum fyrsta plássið í FM-stríðnum.
Hjá 6-mannaførum við monnum var kappingin jøvn og góð fyrstu róðrarnar, men síðstu tríggjar róðrarnar er Sundabáturin bara blivin sterkari og sterkari. Í løtuni er hann átta stig framman fyri Tvørabátin í FM-kappingini, og tí kann eisini hann tryggja sær meistaraheitið á vestanstevnu við einum sigri.
Tað sama er galdandi fyri 8-mannafarið Heiðabátin, sum er 11 stig framman fyri Argjabátin á øðrum plássi. Teir hava í roynd og veru bert brúk fyri einum triðja plássi á vestanstevnu fyri at vera vísir í meistaraheitinum.
Hørð kapping hjá dreingjunum
So samanumtikið er tað bert í einum bátaflokki, at tað er stríð um meistaraheitið. Hetta er hjá 5-mannaførum við dreingjum, har Havfrúgvin í løtuni er fýra stig framman fyri Sílið. So ein sigur til Havfrúnna á vestanstevnu setur teir í eina sera góða støðu, meðan Sílið tó eisini kann avgera meistaraheitið til egnan fyrimun, um teir vinna róðrarnar á bæði vestanstevnu og á ólavsøku.