110 fólk hátíðarhildu stovningardagin hjá Framherja

Týsdagin, 11. januar, skipaði reiðaríið, Framherji, sum eigur verksmiðjutrolaran, Akraberg og felagið, EM-Shipping, sum eigur kombineraða nóta-og trolskipið, Høgaberg, fyri stórari veitslu á Hotel Føroyum

Hátíðarhald

Dagurin varð hildin í samband við, at tað nú eru tíggju ár liðin, síðan felagið varð stovnað og keypti trolaran, Akraberg, sum er fyrrverandi Beinir og Skálafjall, á tvingsilssølu.
Men umframt at skipa fyri døgurðaborðhaldi, sum byrjaði klokkan 19 hetta kvøldið og endaði nakað eftir midnátt, gjørdi Framherji eisini í aðrar mátar rættiliga nógv burtur úr degnum.
Eini 110 fólk vóru við til hátíðarhaldið. Manningar á Akrabergi og Høgabergi við makum, skrivstovufólk við makum, umboð fyri reiðaríið við makum, og somuleiðs vóru tvey umboð úr Íslandi; stjórin í Samherja, sum eigur ein triðing í Framherja og ein sølumaður.

Gudstænasta

Dagurin byrjaði við gudstænastu í Havnar kirkju, har strandapresturin, Jógvan Fríðriksson, prædikaði, og M.C. Restorff spældi undir sanginum.
Síðan var farið niðan á Hotel Føroyar, har Anna Maria Simonsen, sjúkrasystir, greiddi frá kanningini av heilstøðuni hjá landfarafiskimonnum.
Við á Hotel Føroyum var eisini Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, sum við sínum vísdómi um mong lívsins viðurskifti altíð er áhugaverdur at lurta eftir.
Aftrat hesum vóru umboð fyri grannskoðarafyritøkuna, Rasmussen & Weihe, sum við tølum greiddu frá gongdini í fiskivinnuni.

Døgurðin

Klokkan 19 var klárt at fara til døgurðaborðið, og har fingu tey 110 fólkini ? menn og kvinnur ? hummara til forrætt og reinsdjórakjøt til høvuðsrætt. Aftan á høvuðsrættin fingu tey ís.
Vakurt sanghefti var prentað til hátíðarhaldið, og góður felagssangur var at hoyra.
Eivør Pálsdóttir sang nøkur løg, og tað gjørdi M.C. Restorff, sum annars var frásøgumaður, eisini.
Onkur sangur var yrktur til haldið.
Við døgurðaborðið vórðu røður hildnar, og fólk vóru í góðum hýri.
Tey, sum vóru við til hátíðardagin, lata ógvuliga væl at og siga, at fyriskipingin var rættiliga professionell og eydnaðist til fulnar.

Gott ár í fjør

Verksmiðjutrolarin, Akraberg, hevði annars eitt ógvuliga gott ár í fjør, nevniliga tað besta, síðan Framherji keypti skipið.
Teir fiskaðu fyri stívliga 60 miljónir krónur og reiðarin, Anfinn Olsen, sigur, at høvuðsorsøkin til góða úrslitið er, at teir í farna ári flaggaðu ímillum føroyskt og íslendskt flagg, sum hann tekur til, tó alla tíðina við føroyskari manning.
Síðan Framherji keypti Akraberg fyri 10 árum síðan, hevur raksturin øll árini borið seg.
- Men árið í fjør er so tað besta hjá okkum, sigur reiðarin, Anfinn Olsen.

Kona og maður

Tey, sum eiga felagið Framherja, eru Anfinn Olsen, sum eigur ein triðing, konan, Eliasabeth Eldevig Olsen, sum eigur ein triðing og íslendska felagið, Samherji, sum eigur seinasta triðingin.
Við Akrabergi eru einir 30 mans og við Høgaberg, sum er kombineraður nóta-og trolbátur, eru 13-14 mans, tá ið teir royna við nót og 10-11 mans, tá ið roynt verður við troli.
Øll árini hevur raksturin hjá Akrabergi givið avlop og hjá Høgabergi, sum er lutfalsliga nýggjur í "familjuni", hevur raksturin eisini hingið saman.