Nicolina og Torleif Justinussen gullbrúdleyp

Í dag, leygardagin 19. februar, hava Nicolina og Torleif Justinussen í Klaksvík verið saman í hjúnarbandi í hálvt hundrað ár. Gullbrúdleypið hátíðarhalda tey í kjallaranum í Christianskirkjuni, har tað frá klokkan fýra seinnapartin verður opið hús.

Nicolina hevur búð í Klaksvík síðani hon var níggju ára gomul, men hon er ættað sunnan úr Vági. Foreldrini vóru Ella, sum var ættað av Eiði, og Niclas Lassen úr Toftum í Vági. Nicolina varð fødd 16. februar í 1932. Hon minnist einki til pápa sín, sum hevði nýføðingin á knøunum, áðrenn hann hetta várið fór til skips við Lauru. Eingin teirra spurdist aftur.
Ella giftist uppaftur nýggjársaftan í 1941 við Zacharis Nielsen, sum var ættaður úr Vatnsoyrum, og sum búði á Kósini. Hann var einkjumaður og átti tveir synir - Martin og Eilif. Ella og Zacharis fingu fýra børn - Sigvør, Randi, Karl og Richard, so har vuksu upp í systkinaflokki sjey, sum vóru míni børn, tíni børn og okkara børn.
Torleif, sum er føddur 24. februar í 1932, er ættaður úr Árnafirði. Foreldrini hjá honum vóru Gertrud og Ísak Justinussen. Hon var av Stongunum í Klaksvík, og hann var úr Árnafirði. Tey fingu fýra børn, sum øll búgva í Klaksvík - Anna, Mása, Torleif og Ingrid.
Eftir at Nicolina og Torleif vóru gift í 1955, búsettust tey í Árnafirði, har tey búðu í 16 ár. Nicolina hevur altíð verið heimaarbeiðandi. Hon hevur tikið sær av manni og børnum, og tað hevur eyðkent hana, at hon hevur havt umsorgan fyri sínum og so mongum øðrum. Eitt nú hevur hon verið røsk at skriva brøv. Av og á hava minningarorð og aðrar heilsanir frá hennara hond verið at sæð í bløðunum, og onkra yrkingina hevur hon eisini sett saman.
Ísakur, pápi Torleif, sigldi við Dáva úr Gerðum. Hann var við, tá ið Ernstina fórst í 1930, og seinni sigldi hann við Skálanesi. Torleif var eisini til skips við Skálanesi, og so var hann eisini við Levi hjá Dáva, tá ið hann førdi línubátin Stellu Mariu.
Í fleiri ár róði Torleif út í Árnafirði. Í 1971 fór hann at arbeiða á flakavirkinum á Kósini, og tá var tað skjótt, at familjan flutti til Klaksvíkar. Torleif var á Kósini, inntil hann fyri fáum árum síðani varð pensioneraður. Fyri stuttum fluttu Nicolina og Torleif úr raðhúsunum á Stongunum og í nýggja íbúð norðuri í Kráarbrekku at búgva.
Nicolina og Torleif fingu fimm børn - Niclas, Tomm, Gertrud, Elmar og Óli. Niclas, Tomm og Elmar búgva í Klaksvík, og Gertrud býr í Árnafirði. Tað var stórur smeitur fyri Nicolinu og Torleif og familjuna, tá ið tey í 2000 mistu Óla, sum so ofta var saman við pápanum, eitt nú á floti á Árnafirði.
Hóast tað nú eru mong ár síðani, at familjan flutti úr Árnafirði, so er alskurin til og vitjanirnar í heimstaðnum nógvar. Tá ið 8-mannafarið Árnfirðingurin var upp á tað besta miðskeiðis í seksti árunum var Torleif við til at manna bátin.
Sunnudagar verður ofta leita til Árnafjarðar í kirkju, og so ganga tey eisini nógv í Emmaus í Klaksvík.