Gøtumenn eru aftur farnir undir farmasigling millum Skálafjørðin og Danmark. Tað hendi týsdagin, tá Norland hjá felagnum Norlink, sum felagið hjá Hera Thomsen í Gøtu eigur, fór fyrsta túrin til Danmarkar við farmi.
Og ein tann fyrsta farmatúrin á millum Føroyar og táverandi Danmark hoyra vit um í føroyingasøgu um, at ein annar kendur gøtumaður, Tróndur í Gøtu, gjørdi.
Eisini í aðrar mátar hava gøtumenn í dag tikið táttin hjá Tróndi uppaftur. Tróndur hevði síni skip á Skipanesi. Norlink heldur til í Søldarfirði, sum ikki er so langt frá gomlu havn Tróndar.
Norland, sum skipið eitur, ið skal sigla í fastari rutu millum Danmark og Føroyar, kom til Føroya mánadagin, og fór avstað aftur á fyrsta farmatúrinum týsdagin.
Áðrenn farið varð av Søldarfirði týsdagin, var móttøka í nýggju farmahøllini, sum Heri Thomsen hevur bygt á havnarlagnum.
Nógv fólk var komið at heilda upp á teir, sum standa fyri hesum nýggja tiltakinum, og fleiri tóku orðið á samkomuni. Tórhallur Thomsen, sum er annað ættarlið í fyritøkuni Heri Thomsen, beyð vælkomin, og røður vóru hildnar. Millum aðrar av borgarstjóranum í Runavíkar Kommunu, Rodmundi Nielsen.
Men nú eru tað gøtumenn, sum standa fyri tiltakinum, so rímiligt helt eisini borgarstjórin í Gøtu Kommunu, Páll Isholm, seg framat og segði økur orð. Eisini formaðurin í havnarnevndini hjá Runavíkar Kommunu, Klæmint Østerø, og Thorleif Johannesen, sjómanstrúboðari, høvdu orði á samkomuni.
Fólk hittust, prátaðu og fingu ein bita inni í pakkhúsinum, ella tey valdu at fara ein túr umborð á Norland, sum lá við bryggjuna uttanfyri.
Teir høvdu lastað nakað av farmi fyrrapartin, og eitt sindur kom afturat, áðrenn skipið stutt eftir møttøkuna fór av Søldarfirði til Vágs, har onnur havnin í Føroyum er, og síðan til Hirtshals.
Tórhallur Thomsen, stjóri, hevur góðar vónir. Hann metir, at við tí prísi skipið fekst fyri, eigur tað at fara at bera til. Skipið stendur í 13 milliónum, sigur hann.
Fyrsta túrin úr Føroyum hava teir umleið 600 tons av farmi við. Tað er bara ein partur av tí, skipið klárar at lasta. Men ein byrja. Og nakað er longu fingið til næsta túr, eins og eisini nakað av farmi er við upp aftur úr Danmark.
Tað eru enn mest feløg úr Eysturoynni og úr Suðuroy, sum hava tikið av tilboðnum frá Norlink, sigur Tórhallur Thomsen.
Høvuðshavnin verður Søldarfjørður, og so verður lagt at í Vági á veg niður aftur til Danmarkar.
Lossað verður so norðanfjørðs í Søldarfirði mánadag, og vøran, sum kemur við skipinum, verður við lastbilum koyrd til innflytaran. Tað, sum skal til Suðuroyar, verður umborð, til skipið týsdag kemur til Vágs, sigur Tórhallur Thomsen.
Heri Thomsen eigur frammaundan farmaskipini Skuran og Sirius, sum framhaldandi fara at sigla í fríari sigling millum Føroyar og grannalondini.