Signar á Brúnni 60

Hósdagin 10. februar fylti Signar á Brúnni í Fuglafirði 60 ár. Hann er vælkendur um landið sum løgtingsmaður og landsstýrismaður í tilsamans 28 ár.

Signar er sonur Siggu og Jógvan Hansen í Fuglafirði. Hann hevur verið móðurloysingur frá fyrsta degi, tí mamman doyði í barsilssong við honum. Hann vaks tí upp hjá pápabeiggjanum, skiparanum Hans David Hansen, og konu hansara Kristiannu. Og væl man hann hava trivist, tí hann hevur roknað og kallað tey foreldur, og systkinabørnini Atla og Katrinu hevur hann kallað systkin.
Signar er útbúgvin lærari og var fyrst lærari á Strondum í fýra ár. Síðani hevur hann havt fast starv í Fuglafjarðar Skúla. Boð hava tó verið eftir honum at vera skúlaleiðari í styttri skeið á Eiði, í Lorvík og í Vestmanna. Tað sigur eitt sindur um tað álit, sum skúlamyndugleikarnir hava á honum, at hann hevur verið boðsendur, tá á stóð.
Eisini er hann ítróttamaður og spældi við á 1. liði hjá ÍF í mong ár. Hann var góður spælari.
Vit báðir Signar komu at kennast, tá hann 25 ára gamal varð valdur inn á ting í 1970 fyri Tjóðveldisflokkin í Eysturoynni. Hann var tingmaður til 2002, tá hann ikki stillaði uppaftur, tó árini 1980-84 undantikin. Hann læt varamann møta fyri seg á tingi tey trý umførini, hann var landsstýrismaður í 1989-90, 1993-94 og 1998-2000. Av øðrum álitisstørvum kann nevnast, at hann var limur í Landsskúlaráðnum í 12 ár og í Mentanargrunninum í 16 ár.
Signar hevur víðan sjónarring og hevði tí eisini sum politikari áhuga fyri øllum samfelagsmálum, men serligan áhuga hevði hann fyri skúla- og mentanarmálum. Hesi mál umsat hann í fleiri umførum sum landsstýrismaður. Tey torføru árini 1993-94 hevði hann eisini kommunumál um hendi, og tað var ikki tað lættasta at umsita tá. Tað var hansara hugskot at stovna ein kommunalan láns- og veðhaldsgrunn, eins og hann eisini setti bæði hámark og lágmark fyri kommunalu skattaprosentunum.
Hann gloymdi heldur ikki tað valdømið, hann umboðaði, Eysturoynna. Altíð fúsur at styðja, tá tann oyggin skuldi hava okkurt. Og útbyggingin av studenta- og handilsskúla á Kambsdali var eitt av hansara hjartamálum.
Signar er ikki givin heilt sum politikari, hóast hann ikki situr á tingi longur. Á seinasta kommunuvali varð hann valdur inn í býráðið í Fuglafirði, og har er hann við í einari breiðari samgongu.
Signar er álitismaður og góður vinur. Politiskt hevði hann eitt tev sum fáur og dugdi í allari stillheit at fáa sítt ígjøgnum. Hann veipaði ikki nógv við ørmunum, og harðmæltur var hann heldur ikki, men at fáa úrslit, tað dugdi hann.
Signar er giftur við Gunnvør av Skipanesi, dóttir, Marin og Andreas Skipanes. Gunnvør og Signar búgva í Fuglafirði og eiga børnini Hans David, Marin og Jógvan Andreas og ommu- og abbabørnini Jákup, Barbu Signar.
Hjartaliga tillukku, Signar, ynskja Ása og eg!

Finnbogi Ísakson