Lerwick: Føroyska kvinnustafettin í 50 metra frísvimjing setti undan finaluni mánakvøldið kós ímóti gullinum.
Tey, sum varða av svimjingini, vistu, at tað kundi ber til, um svimjararnir svumu upp ímóti sínum besta.
Og tað gjørdu tær.
Og tað bar til.
Shaila millum Garðarnar, Lisbeth L. Joensen, Nathalia Reinhardt og Elspa Mørkøre svumu Føroyar á mál á einum tryggum fremst plássi, og harvið vunnu tær eitt søguligt gullmerki til føroyska svimjing.
Hatta var ordiliga gott. Vit høvdu ikki roknað við hesum, men vit vónaðu tað, segði 13 ára gamla Elspa Mørkøre, eftir at hon sum seinasti svimjarin í stafettini hevði svomið gullið heim til Føroya.
Vit vistu, at kjansurin var har. Vit gjørdu okkara besta, og tað bar til, segði elsti svimjarin á stafettliðnum, Shaila millum Garðarnar, sum er 23 ára gomul.
Hildu leiðsluna allan vegin
Føroyska liðið legði seg á odda tíðliga í kappingini, og munurin millum Føroyar og hinar oyggjarnar helt sær allar 200 metrarnar.
Shaila millum Garðarnar legði fyri, og hon var eitt vet frammanfyri hinar, tá ið Lisbeth L. Joensen leyp út í. Hon legði Føroyar væl fram um hinar oyggjarnar, sum høvdu veikar svimjarar í hesum umfarinum.
Nathalia Reinhardt syrgdi síðani fyri, at leiðslan hjá føroyingum varð varðveitt, og so fekk yngsti svimjarin á liðnum, Elspa Mørkøre, heiðurin at svimja føroyska gullið heim á teimum seinastu 50 metrunum.
Lagið í topp
Føroysku genturnar vóru ovurfegnar eftir sigurin, og tær vóru errnar, tá ið gullmerkini vórðu hongd um hálsin á teimum, og føroyski tjóðsangurin ljómaði í svimjihøllini í Clickimin ítróttardeplinum í Lerwick.
Tá ið Sosialurin hitti tær fýra eina góða løtu eftir sigurin, var lagið framvegis á toppinum, og tað var stuttur teinur til látur og smíl.
Eg gjørdi tað, sum eg kundi, og so fekk eg ikki gjørt meira, segði Lisbeth L. Joensen um sín leiklut í stafettini.
Nathalia Reinhardt var triði føroyski svimjarin, og hon stúrdi fyri, at leiðslan hjá føroyska liðnum skuldi rúka, tá ið hon leyp út í.
Eg var bangin fyri, at vit skuldu missa leiðsluna, og vendingin hjá mær kiksaði eitt sindur. Men so mátti eg bara svimja tað skjótari heimaftur fyri at halda leiðsluna, segði hon.
Betraðu seg við fleiri sekundum
Føroyar endaðu sum nummar 3 í innleiðandi kappingini, og tá svam liðið í tíðini 1:55,38. Men tá vóru onkrir av teimum skjótu svimjarunum hvíldir, og tað sást aftur í finaluni, tá ið Føroyar stillaðu við sterkasta liðnum til frísvimjing.
Tíðin varð betrað við meira enn trimum sekundum, og 1: 52,14 var nóg mikið til at vinna gullið í hesari stafettini. Isle of Wight gjørdist nummar 2 við 1:52,54, og Guernsey nummar 3 við 1:53,13.
Sjey svimjarar vóru meldaði til hesa stafettina, og umframt tær fýra, sum svumu finaluna, vóru eisini Jutta Thomsen, Sára Ejdesgaard og Karina Petersen á stefettliðnum.










