bilóhapp var hent í sjálvari rundkoyringini. Eftir øllum at døma var ein bilur komin við ov nógvum farti inn í rundkoyringina og hevur ikki klárað at vent. Í staðin hevur hann rent inn í grótvegginum á ovaru [...] var eingin í bilinum, og líkt er til, at persónurin, sum hevur rent á, er rýmdur av staðnum og hevur tikið lyklarnar við sær. Seinni hevur løgreglan so funnið útav, at bilurin er stolin innan av Glyvrum, [...] Løgreglan í Runavík hevur illgruna um, at sami persónur var upp á spæl, tá tveir bilar blivu stolnir inni í Eysturoynni tíðliga sunnumorgunin. Annar av bilunum var eisini partur av einum ferðsluóhappi
hendingin varð tó uttan iva, orsøkin til, at trygdarbilurin kom á breytina aðru ferð. Polski Robert Kubica í BMW Sauber var júst komin út pittinum, og royndi at sleppa framvið Jarno Trulli. Jarno Trulli [...] 1 bil og á veggin báðu megin breytina. Óhappið var ógvisligt, og Kubica tyktist at vera uttan vit, tá bilurin gavst við at bólta rút og renna á ymiskt. Hetta var ein ræðandi løta og fyri tann tilkomna formil [...] Ratzenberger. Tó eru seinastu tíðindini, at Kubica hevði tað gott, men hevði brotið eina beinið. Koyringin var merkt av ákoyrinigum, villum og tøkniligum trupulleikum, og at enda koyrdu einans 12 av teimum 22
vera skilabest at avgreiða spurningin um Føroyar sum eitt valdømi? Har hava tey í Suðurstreymi, kanska ikki óvæntað, størri skund, enn alt landið tilsamans. Í Suðurstreymi søgdu 56 prosent, at spurningurin [...] stóð á jøvnum, har 46 prosent vóru fyri fólkaatkvøðu, og 45 prosent ímóti. Í vikuni fara vit at hyggja nærri at, hvat fólk siga í einstøku valdømunum, umframt aldurs- og kynsbýtið hjá teimum spurdu. [...] almannakunngjørdi Sosialurin úrslitið av nýggjastu Gallup-kanningini um eitt valdømi. Har kom fram, at meiri enn helmingurin, ella 54 prosent, av føroyingum eru fyri einum valdømi, meðan ein fjórðingur
neyvan er ringur at fáa burtur. Bilurin hevur bert koyrt 54.000 km og er sermerktur. M.a. hevur hann trygdarfetil og tað var ikki vanligt í bilum í Føroyum, fyrr enn mong ár eftir, at hesin bilurin kom [...] væl umtóktur millum ungfólk. Sermerkt við júst hesum bilinum er kanska, at hann hevur automatisk gear, tí onkur vil vera við, at hesin møguliga er millum teir fyrstu, ið høvdu tað. [...] vinnulívsmaður. Á stóra økinum er eisini eitt bilhús og har hevur bilurin hjá Torsteini staðið inni at kalla uttan slit, síðani Torstein Vilhelm andaðist í 1986. Sum ein gáta hevur bilhúsið staðið við
flottur at hyggja at, men undirlagið er øgiliga vánaligt, sigur Ragnar. Annars siga golfspælararnir somu søgu, sum flest av hinum føroysku ítróttarfólkunum. Tað er heilt ófatiliga heitt hjá teimum at spæla [...] rætt í, at tað hevði kunnað gingið nakað væl betri hjá teimum øllum, síðani allir tríggir hava spælt yvir sítt handicap. Vánaligur bani Rói, Jónfinn og Ragnar eru eisini allir á einum máli um, at banin teir [...] Áðrenn farið var undir seinasta umfar í dag, lógu teir tríggir føroyingarnir soleiðis fyri, at teir neyvan fara longur fram á stigatalvuni, og neyvan longur aftur heldur. Teir liggja sum nummar 16 av 18
kann staðfestast, at tilber at gera váðafúsar íløgur í Føroyum við góðum úrslitum. Nevnd og leiðsla frøðast yvir, við greiðum málsetningum og dugnaligum starvsfólkum, at hava verið við at skapa eitt gott [...] keypið jaligar fylgjur. Við at verða ein partur av ein størri samskiftissamtaki verða nýggj-ar tænastur skjótari á føroyska marknaðinum enn annars. Keypið merkir eisini, at Vodafone trýr uppá føroyska [...] ina av felagnum. Kursurin, sum Vodafone rindaði fyri partabrøvini í Kalli, var 1800. Hetta merkir, at gomlu eigararnir, herímillum Framtaksgrunnur Føroya og Notio hava fingið eitt gott avkast av íløgu
rættuliga javnt, og ilt var at siga, hvønn veg tað fór at ganga. Kanska hevði NSÍ eina lítla yvirvág, men vágbingar lógu eisini framvið. Lík mál Tað sá eisini út til, at tað fór at standa á jøvnum í hálvleikinum [...] vágbingum, soleiðis at Christian Høgni Jacobsen, sum nú aftur var í álopinum, gjørdist leysur, og landsliðsmaðurin sendi trygt framvið Bjarna í VB-málinum til 1-0. Hetta var ein vátur vøttur at fáa hjá vágbingum [...] ósvikaliga tryggur, tá ið hann gjørdist einsamallur við Bjarna Johansen. Eftir hetta tóktist tað sum um, at runavíkingar høvdu fult tamarhald á støðuni, og í veruleikanum fór flogið av dystinum. Við tveimum
upp á mál at royna seg aðrastaðir enn í Føroyum - um tað kom at liggja fyri. Og nú var so hin lagaliga løtan", sigur M.C. Meðan Mariann er til arbeiðis á sjúkrahúsinum, arbeiðir M.C. við at gera útvarp [...] Restorff sigur í tíðindaskrivi at konan, Mariann, og hann komu til Grønkands 2.juni, og tað hevur verið ein fantastisk uppliving higartil. "Tað kom kanska ikki heilt óvart á meg at hjúnafelagin, sum er útbúgvin [...] útvarp, og eftir ætlan byrjar Lindin at senda "M.C. á ferð" týsdagin 21. juni. Nýggja sendingin avloysir "Duettina", sum nú er farin í summarfrí. "Konan ætlaði kanska at leggja meg upp á ís" sigur ein læandi
høvdu Kristian á Neystabø í telefonini, kundi hann ikki annað enn lata væl at. - Bæði ítróttarliga og fíggjarliga halda vit, at talan var um eitt gott lutakast. Teinurin til Íslands er ikki langur, og við [...] europeiska luttøku. Ikki minst hevur tað tikið fast, at miðvallarin, Bjarnálvur Lauruson, ið áður hevur spælt við Hibernian, í ár varð seldur til KR. Og at toppskjúttin frá í fjør, Gunnar Heiðar ?órvaldsson [...] Martin Knudsen, at hann ikki var serliga ónøgdur um úrslitið. - Tað kundi jú verið nógv verri. Ítróttarliga vil talan altíð vera um truplar uppgávu. Tað er heldur ikki verri enn ilt at ferðast til Letlands
framúrskarandi lag var ein orkubumba, sum fekk ordiligt lív í fjøldina. Tað er ringt at ímynda sær, at Brian McFadden hevði megnað at fara á pallin aftan á Týr. Bólkurin hevur seinnu árini tikið seg nógv fram, [...] versini liggja soleiðis í tónaleguni, at Heri ljóðar sera kroystur, tá hann syngur tey. Hetta er sera synd, tí tolkiningin av kvæðnum er annara sera góð. Men neyðugt er, at teir flyta versini niður, tí sum [...] framførslan tyktist ikki heilt so kekka hesa løtuna teir spældu hetta lag. Men tá teir komu út aftur at spæla eitt eykalag, spældu teir lagið, sum áhoyrararnir høvdu rópt eftir eina løtu: Ramund hin unge