Tíðliga sunnumorgunin bleiv løgreglan í Runavík kallað til rundkoyringina omanfyri Norðskála, tí eitt bilóhapp var hent í sjálvari rundkoyringini. Eftir øllum at døma var ein bilur komin við ov nógvum farti inn í rundkoyringina og hevur ikki klárað at vent. Í staðin hevur hann rent inn í grótvegginum á ovaru síðuni.
Tá løgreglan kom á staðið, var eingin í bilinum, og líkt er til, at persónurin, sum hevur rent á, er rýmdur av staðnum og hevur tikið lyklarnar við sær.
Seinni hevur løgreglan so funnið útav, at bilurin er stolin innan av Glyvrum, har hann hevur staðið við eini hús. Lyklarnir vóru ikki í bilinum, tá hann stóð á Glyvrum, so tann, sum hevur stolið bilin, hevur helst leitað eftir lyklunum.
Stjól ein bil afturat
Sum um eitt tjóvarí ikki var nokk, so bleiv ein annar bilur stolin niðri á Norðskála eina løtu seinni sunnumorgunin. Her er talan um ein hvítan Nissan Sunny við nummarplátuni GT. 195.
Løgreglan hevur mistanka um, at sami maður, sum rendi á uppi í rundkoyringini, hevur gingið oman á Norðskála, har hann hevur stolið enn ein bil, sum hann er farin víðari við. Hetta er tó bert gitingar, tí tann hvíti Nissan Sunny bilurin er enn ikki funnin aftur.
Løgreglan hevur leitað alla staðni inni í Eysturoynni, samstundis sum løgreglan kring landið eisini hevur havt eyguni eftir einum slíkum bili. Enn hava teir tó ikki funnið bilin, og tí vita teir heldur ikki, hvør hevur stolið teir báðar bilarnar.
Løgreglan biður fólk boða frá, um tey vita nakað um teir báðar tilburðirnar, sum fóru fram sunnumorgunin, og um fólk síggja ein hvítan Nissan Sunny, so vera tey eisini biðin um at boða løgregluni frá.