Christian Høgni gjørdi bart

Landsliðsleikarin Christian Høgni Jacobsen skeyt øll trý málini, tá ið NSÍ sunnudagin vann 3-1 á VB í Runavík sunnudagin.

Dysturin millum liðini bæði byrjaði rættuliga javnt, og ilt var at siga, hvønn veg tað fór at ganga. Kanska hevði NSÍ eina lítla yvirvág, men vágbingar lógu eisini framvið.

Lík mál
Tað sá eisini út til, at tað fór at standa á jøvnum í hálvleikinum, tí málleyst var, tá ið farið var undir 45. minuttin.
Men so bragdaði endiliga hjá heimaliðnum. Ungi og evnaríki Bogi Løkin hevði bóltin nakað úti í vinstru síðu á miðvøllinum, og hann sendi bóltin hegnisliga inn um verjuna hjá vágbingum, soleiðis at Christian Høgni Jacobsen, sum nú aftur var í álopinum, gjørdist leysur, og landsliðsmaðurin sendi trygt framvið Bjarna í VB-málinum til 1-0.
Hetta var ein vátur vøttur at fáa hjá vágbingum, men VB fall ikki í fátt, og teir svaraðu aftur beint eftir steðgin.
Eitt VB-álop verður bygt upp, og altíð vandamikli Símun Samuelsen, ið hevði ein góðan dag sunnudagin, fer ígjøgnum í vinstra borði. Hann rekur eitt sindur inn móti málteiginum, áðrenn hann sendir bóltin innfyri, har Dan Djurhuus kemur stormandi við tveimum verjuleikarum í rygginum. Dan er fyrstur á bóltin, og Jens Martin er prísgivin.
Nú gekk javnt á, men um miðjan seinna hálvleik avgjørdu Christian Høgni Jacobsen og runavíkingar dystin.
Fyrst var tað Brynjólvur Nielsen, ið spældi Christian Høgna leysan ígjøgnum, og so var 2-1. Ein minutt seinni var tað Páll Mohr Joensen, sum syrgdi fyri avgerandi avleveringini. Eins og í hinum báðum málunum hjá NSÍ var talan um eina avlevering inn um verjuna hjá VB, og fyri triðju ferð var Christian Høgni ósvikaliga tryggur, tá ið hann gjørdist einsamallur við Bjarna Johansen.
Eftir hetta tóktist tað sum um, at runavíkingar høvdu fult tamarhald á støðuni, og í veruleikanum fór flogið av dystinum. Við tveimum málum upp á ein góðan minutt hevði NSÍ avgjørt dystin.
Bæði liðini kunnu nú gleða seg til eina hart tiltrongda summarfrí. Fyrst skal eitt umfar afturat í Formuladeildini spælast, og tá skal NSÍ á vitjan hjá ÍF í Fuglafirði, meðan vágbingar skulu spæla oyggjauppgerð móti TB á heimavølli.