M.C. Restorff á ferð í Grønlandi

Kristiliga kringvarpsstøðin Lindin kemur nú við einari nýggjari sending, sum ber heitið "M.C. á ferð". Í summar og út á heystið eru frásagnirnar úr Grønlandi, hagar M.C. og konan, Mariann, eru flutt í arbeiðsørindum

M.C. Restorff sigur í tíðindaskrivi at konan, Mariann, og hann komu til Grønkands 2.juni, og tað hevur verið ein fantastisk uppliving higartil.
"Tað kom kanska ikki heilt óvart á meg at hjúnafelagin, sum er útbúgvin sjúkrasystir og hevur hollar royndir innan sjúkrarøkt, søkti og fekk eitt avloysarastarv á sjúkrahúsinum í Sisimiut - ella Holsteinsborg, sum býurin eisini hevur verið nevndur. Mariann hevð onkuntíð borið upp á mál at royna seg aðrastaðir enn í Føroyum - um tað kom at liggja fyri. Og nú var so hin lagaliga løtan", sigur M.C.

Meðan Mariann er til arbeiðis á sjúkrahúsinum, arbeiðir M.C. við at gera útvarp, og eftir ætlan byrjar Lindin at senda "M.C. á ferð" týsdagin 21. juni. Nýggja sendingin avloysir "Duettina", sum nú er farin í summarfrí.

"Konan ætlaði kanska at leggja meg upp á ís" sigur ein læandi M.C. "men nú vit eru komin til Grønlands, er kavin næstan horvin. Summarið er byrjað...um enn nakað seinkað. Heitt er í sólini, men lotar hann av norðuri, og tú gongur í skugganum, er bítandi kalt. Vit lata okkum í eftir umstøðunum, men nógv av teimum grønlandsku børnunum ganga og hosta meðan snorið rennur úr nøsini".

"Tær fyrstu tríggjar sendingarnar eru "undansendingar"... t.v.s. hendingar á leiðini í døgunum beint áðrenn fráferðina úr Føroyum hin 19.mai til vit settust í risaflogfarið hjá grønlandsfly í Kastrup hin 2. juni" sigur M.C.

Undansendingarnar vera hesar: Fyrsta sendingin "M.C. á ferð" verður send týsdagin 21. juni kl.15: (í Føroyum og umborð á Norrønu), onnur sending: 5. juli (millum føroyingar og grønlendingar í Jútlandi), triðja sending: 19. juli (millum føroyingar og danir á Sælandi), fjórða sending: 2. august (á flogi og í Grønlandi) fimta sending: 16. august og í heyst: ( fleiri ferðafrásagnir úr risastóra landinum).

Allar sendingarnar vera sendar týsdag kl. 15 og endursendar mikukvøld kl. 23.