Áðrenn farið var undir seinasta umfar í dag, lógu teir tríggir føroyingarnir soleiðis fyri, at teir neyvan fara longur fram á stigatalvuni, og neyvan longur aftur heldur.
Teir liggja sum nummar 16 av 18 londum. Aftast eru Orkney-oyggjarnar, sum góvu avboð til leikirnar í síðstu løtu orsaka av yvirgangsatsóknini á flogvøllin í Glasgow herfyri. Næst aftast er so Sarema við 1006 sløgum, meðan føroyingarnir tilsamans hava brúkt 924 sløg. Liðið frammanfyri tað føroyska er Falklands-oyggjarnar við 843 sløgum, sum altso ikki verður tikið á hesum sinni.
Í toppform
Men hóast málið sær út til at verða rokkið, so eru teir ikki allir nøgdir. Serliga teir báðir Rói Christiansen og Jónfinn Thomassen eru misnøgdir við teirra gongd. Rói hevur higartil brukt 98, 87 og 91 sløg, meðan Jónfinn hevur sligið 101, 109 og 104. Tað er ikki nóg gott hjá teimum, eru báðir tveir samdir um.
Hjá Ragnar Isaksen er lagið heldur betri.
– Beint nú eri eg í toppform, staðfesti hann skemtandi eftir væleydnaða túrin á golfbananum í gjár, har hann brúkti 103 sløg. Tað er rímiliga stórt framstig hjá honum, tá hann annars brúkti 117 og 114 sløg teir báðar undanfarnu dagarnar.
Ragnar kann tó geva liðfeløgum sínum rætt í, at tað hevði kunnað gingið nakað væl betri hjá teimum øllum, síðani allir tríggir hava spælt yvir sítt handicap.
Vánaligur bani
Rói, Jónfinn og Ragnar eru eisini allir á einum máli um, at banin teir spæla á, ikki er av teimum bestu.
– Hatta er ringur bani. Hann er ógvuliga flottur at hyggja at, men undirlagið er øgiliga vánaligt, sigur Ragnar.
Annars siga golfspælararnir somu søgu, sum flest av hinum føroysku ítróttarfólkunum. Tað er heilt ófatiliga heitt hjá teimum at spæla, og tað hevur eisini kostað. Ragnar Isaksen small um fyrsta dagin á vøllinum orsaka av saltmangul, men kom seg skjótt og var á bananum aftur dagin eftir. Hjá øðrum golfspælarum hevur gingið verri, og summir hava sitið dagar uttanfyri, orsaka av sjúku av hitanum.