Fríggjadagin almannakunngjørdi Sosialurin úrslitið av nýggjastu Gallup-kanningini um eitt valdømi. Har kom fram, at meiri enn helmingurin, ella 54 prosent, av føroyingum eru fyri einum valdømi, meðan ein fjórðingur segði seg vera ímóti. Fimtihvør segði seg ikki vita.
Nú tølini frá Gallup eru nærri uppgjørd sæst, at heili 48 prosent av teimum, sum búgva uttanfyri Suðurstreym, siga seg vera fyri einum valdømi. Ein triðingur, ella 33 prosent, er ímóti, meðan 21 prosent ikki veit.
Suðurstreymur greiðast
Ikki óvæntað er ein stórur meiriluti av íbúgvunum í Suðurstreymi fyri einum valdømi. Har siga trý av fýra, ella eini 73 prosent ja til eitt valdømi. 11 prosent siga nei, og 15 prosent siga veit ikki.
Munurin millum alt landið (54 prosent fyri), og alt landið minus Suðurstreym (48 prosent fyri) er bert 6 prosentstig.
Sostatt eru tey, sum eru fyri einum valdømi í meiriluta í øllum landinum, og ikki bara í Suðurstreymi, sum onkur hevur róð uppundir í orðaskiftinum.
Um teimingina
Sosialurin bað um Gallupkanningina áðrenn Edmund Joensen, løgtingsformaður, hevði lagt uppskotið um eitt valdømi fyri tingið. Tí varð eisini spurt, nær fólk meta tað vera skilabest at avgreiða spurningin um Føroyar sum eitt valdømi? Har hava tey í Suðurstreymi, kanska ikki óvæntað, størri skund, enn alt landið tilsamans. Í Suðurstreymi søgdu 56 prosent, at spurningurin eigur at verða avgreiddur fyri komandi løgtingsval, meðan 34 prosent vildu bíða til eftir valgið. Totalt var meiri javnt, har 45 prosent søgdu fyri valgið og 43 prosent eftir valgið.
Um fólkaatkvøðu
Spurt varð eisini um málið skal sendast út til fólkaatkvøðu. Hesum vóru tey í Suðurstreymi meira eldhugað fyri. 36 prosent søgdu ja til fólkaatkvøðu og 61 prosent nei. Totalt um alt landið stóð á jøvnum, har 46 prosent vóru fyri fólkaatkvøðu, og 45 prosent ímóti.
Í vikuni fara vit at hyggja nærri at, hvat fólk siga í einstøku valdømunum, umframt aldurs- og kynsbýtið hjá teimum spurdu.