UEFA-Cup
Beint eftir evstamark av vikuskiftisútgávu okkara, var lutakastið til UEFA-Cup kappingina á skránni.
Her vóru føroysku liðini í pottinum B36 og NSÍ, og serliga B36 helt seg her fáa eitt gott lutakast.
Teir fingu nevnlia íslendska ÍBV í sín lut, og tá vit fríggjadagin høvdu Kristian á Neystabø í telefonini, kundi hann ikki annað enn lata væl at.
- Bæði ítróttarliga og fíggjarliga halda vit, at talan var um eitt gott lutakast. Teinurin til Íslands er ikki langur, og við heimadyst á ólavsøku er hetta avgjørt eitt lutakast, sum er sera gott fíggjarliga.
Um ítróttlarligu møguleikarnir segði Kristian, at teir í hesum hava fingið eitt lið, sum teir vóna seg hava ein møguleika ímóti.
Og tað er kanska eisini nakað um tað. Í øllum førum hevur ÍBV havt eina sera laka byrjan upp á kappingarárið í ár, og eftir fyrstu sjey umførini eru teir á næst niðasta sessinum.
Og talan er eisini um eitt lið, sum er væl veikari enn tað, sum í fjør vann sær rættin til europeiska luttøku.
Ikki minst hevur tað tikið fast, at miðvallarin, Bjarnálvur Lauruson, ið áður hevur spælt við Hibernian, í ár varð seldur til KR. Og at toppskjúttin frá í fjør, Gunnar Heiðar ?órvaldsson, varð seldur til Svøríkis.
Runavíkingar til Letlands
Mótstøðuliðið hjá B36 í fjør, letlendska Metalurgs, var aftur hesaferð í føroyskum potti. Teir skulu nevnliga í ár royna seg móti NSÍ, sum soleiðis ikki tóktist fáa eitt heilt so heppið lutakast sum B36.
Í fjør gjørdist talan um letlendskan stórsigur á B36, men í nógvar mátar mundi tað úrslitið eisini vera úrslit av tilrættisleggingini hjá B36, har teir bæði ferðaðust og spældu sama dag.
Í útvarpinum segði NSÍ-málverjin, Jens Martin Knudsen, at hann ikki var serliga ónøgdur um úrslitið.
- Tað kundi jú verið nógv verri. Ítróttarliga vil talan altíð vera um truplar uppgávu. Tað er heldur ikki verri enn ilt at ferðast til Letlands, og vit fara í øllum førum undir uppgávuna við góðum treysti, staðfesti NSÍ-veteranurin.