Hamilton vann sostatt sína fyrstu formil 1 koyring og er nú greitt á odda í HM kappingini, har hann er 8 stig frammanfyri liðfelagan, núverandi heimsmeistaran Fernando Alonso.
Ikki færri enn fýra ferðir var trygdarbilurin á breytini, og úrslitið við Hamilton frammanfyri Heidfeld, Wurz og Kovaleinan sigur ikki so lítið. Mest umrødda hendingin varð tó uttan iva, orsøkin til, at trygdarbilurin kom á breytina aðru ferð. Polski Robert Kubica í BMW Sauber var júst komin út pittinum, og royndi at sleppa framvið Jarno Trulli. Jarno Trulli gav honum ikki nakað pláss, men Kubica royndi alíkavæl, og misti tamarhald á bilinum. Hann rendi við nógvari ferð á ein parkeraðan formil 1 bil og á veggin báðu megin breytina. Óhappið var ógvisligt, og Kubica tyktist at vera uttan vit, tá bilurin gavst við at bólta rút og renna á ymiskt. Hetta var ein ræðandi løta og fyri tann tilkomna formil 1 hyggjaran leitaðu tankararnir aftur til óhapp sum tað hjá Oliver Panis í Kanada, og deyðsvanlukkurnar hjá Senna og Roland Ratzenberger. Tó eru seinastu tíðindini, at Kubica hevði tað gott, men hevði brotið eina beinið.
Koyringin var merkt av ákoyrinigum, villum og tøkniligum trupulleikum, og at enda koyrdu einans 12 av teimum 22 bilunum um málstrikuna.
Vanligu avbjóðarnir Alonso, Massa og Räikkönen gjørdu allir persónligar villur, sum kostaðu teimum møguleikan fyri at avbjóða Hamilton.
Tí gjørdist raðfylgjan hendan:
1 Lewis Hamilton McLaren-Mercedes 10
2 Nick Heidfeld BMW 8
3 Alexander Wurz Williams-Toyota 6
4 Heikki Kovalainen Renault 5
5 Kimi Räikkönen Ferrari 4
6 Takuma Sato Super Aguri-Honda 3 7 Fernando Alonso McLaren-Mercedes 2
8 Ralf Schumacher Toyota 1
9 Mark Webber Red Bull-Renault
10 Nico Rosberg Williams-Toyota
11 Anthony Davidson Super Aguri-Honda
12 Rubens Barrichello Honda
- Jarno Trulli Toyota
- Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari
- Felipe Massa Ferrari
- Giancarlo Fisichella Renault
- Christijan Albers Spyker-Ferrari
- David Coulthard Red Bull-Renault
- Robert Kubica BMW
- Adrian Sutil Spyker-Ferrari
- Scott Speed STR-Ferrari
- Jenson Button Honda










