tillutaði hesum skipum í ár. Ymiskt er, hvussu tað hevur gingist hjá ísfiskatrolarunum at fiska, men greitt er, at fleiri skip og manningar hava fingið væl burturúr. Ivan Holm í Nólsoy og dalbingurin [...] hava fiskað sløk 4.500 tons av makreli tilsamans. Onkur pør hava fiskað meira enn Heykur og Falkur, men tað eru eisini skip, sum hava fiskað minni. - Fagraberg, Tummas T og Høgiklettur hava tikið makrel [...] inn fyri okkum, og hetta hevur riggað væl. Tey bestu tóvini, sum vit høvdu, mundu tátta í 300 tons, men tað eru ísfiskaskip, sum hava fingið væl størri hál enn tað, sigur nólsoyingurin og skiparin á Heyki
skaða í knænum, men verður tøkur til dystin fríggjakvøldið. Móti endanum av venjingini var dystur millum teir eldru og teir yngru. Dysturin endaði vist nokk við 4-3 sigri til teir eldru, men stuttligt var [...] heldur ikki við alla venjingina. Hann er eymur í fótinum og valdi tí at gevast miðskeiðis í venjingini, men heldur ikki her er talan um at hann er ivasamur til dystin fríggjakvøldið.
i frá. Afturat fleiri smábardøgum um vikuskiftið blivu tveir menn tiknir fyri at koyra við kenning. Eisini var eitt harðskapsmál, har menn vóru komnir til ilnar í einum sethúsum, og tann eini hevði skallað [...] ni og aðrastaðni í miðbýnum í Havn. Tað er ikki soleiðis, at talan er um harðskapsmál beinleiðis, men meira mál, har fólk eru ófantalig og koma til hendurs, og har onnur ringja eftir politinum fyri at
n og verkstovum við framløgum seinnapartin, men nú er alt avlýst. Føroya Lærarafelag hevði boðið teimum mongu lærarunum kring landið á læraradag í Havn, men tá ið bert 80 lærarar teknaðu til dagin, valdi [...] fyrsta sinni, og 85 lærarar meldaðu seg til. Tað var ikki so nógv, sum Lærarafelagið hevði vónað, men eftir sum hetta var fyrstu ferð, tiltakið var fyriskipað, varð dagurin hildin kortini, og øll vóru
Sosialin. Blaðið spurdi løgmann, um hann hevði ætlanir um at broyta skipanina við, at landsstýrismenn fáa dupulta løn, tá teir koma aftur í tingið. Vit spurdu løgmann, tí hann er samgonguleiðari, og [...] tað hann var tingmaður vildi hann so fegin broyta hetta, at hann legði fram uppskot á ting um tað. Men nú, tá løgmaður sjálvur fær eina fjórðingsmillión eyka, tá hann fer aftur í tingið, svarar hann, [...] minst 3,4 milliónir krónur. Við at broyta lógina kann løgmaður spara upp til 1,6 millión krónur. Men tað hevur løgmaður so ongar ætlanir um...
Nigeria royndarvant við Víkingi, sum leitar eftir einum hangandi áleypara. - Hann er ein fínur spælari, men hann er nokk meiri ein vongur enn ein hangandi áleypari, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi [...] Vejle. Hann hevur verið nógv skaddur farna ár. - Hann er ikki í somu venjing, sum okkara spælarar, men talan er um ein mann, ið dugur nøkur ting á vøllinum, sigur Sigfríður Clementsen. Víkingur leitar eftir [...] spælararnir skulu passa inn í heildina. - Vit hava ikki tikið støðu til Justice John Erhenede enn, men hann skal passa saman við hinum spælaranum, sum vit skulu hava. Vit hava góða tíð til at finna røttu
av tí fínasta, men tað var hált og brádliga fóru hjólini undan løgmanni. - Tá eg súkklaði framvið Grótbrotinum datt eg við súkkluni, tí tað var sera hált, skrivar løgmaður á Facebook Men her var tað so [...] sum at hann ynskir øllum eitt gott vikuskifti, leggur hann afturat, - Tað er eingin skomm at detta, men tað er skomm ikki at reisast aftur, gott vikuskifti øll somul.
er gamal sigur at brenna bál og at seta blikk upp framvið vegnum, sum eldur síðani verður settur í. Men Landsverk ger nú vart við at tað eru strong krøv til tey, sum ætla at brenna bál og blikk framvið [...] ábyrgdarhavaranum. Harafturat skulu øll neyðug loyvi frá øðrum myndugleikum eisini fáast til vega. Men ættin má ikki liggja soleiðis, at neistar og annað koma inn á vegin. - Bál skulu vera í minsta lagi [...] lagi 25 metrar frá landsvegnum og blikk skulu vera so mikið langt frá koyribreytini sum til ber, men tey skulu undir øllum umstøðum minst vera ein metur frá koyribreytini - og tey skulu heldur ikki vera nær
Hon hevur sín seinasta arbeiðsdag á Landssjúkrahúsinum í dag. Men hon hevði sín fyrsta starvsdag í 1961, tá ið hon byrjaði sum gongsgenta. Men síðani 1978 hevur hon sitið í leiðbeiningini. Sostatt hevur [...] - Hon er fitt at vera saman við, men hon sigur sína meining, tá ið tað krevst Tað er skoðsmálið, Maiken Hedegaard, fær frá sínum starvsfeløgum á Landssjúkrahúsinum. Týsdagin fyllir hon 70 ár og í tí leggur
var um, vitsti løgreglan ikki í kvøld, men talan var um nógv, sigur løgreglan. Annars var fatanin ein dagin herfyri, at støðan var rættiliga góð á hesum øki í ár, men dagurin í dag hevur so trekt niður. [...] Serliga var kannað eftir, um foreldur, sum koyrdu børnini í skúla, høvdu sett børnini í trygdarbelti. Men løgreglan sigur, at støðan kundi avgjørt verið betri á hesum øki, tí fleiri foreldur fingu klipp í