Eitt strævið vikuskiftið

Politiið hevur havt úr at gera hetta vikuskiftið

Politiið hevur havt nógv at gera hetta vikuskiftið. Serliga hava tað verið nógvir smábardagar, sum politiið hevur tikið sær av.

 

- Hetta hevur verið eitt buldrasligt vikuskiftið, og vit hava verið ofta úti, tí fólk eru farin til hendurs bæði leygarnáttina og sunnunáttina, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

 

Hann vísir á, at trupulleikar við smábardøgum niðri í miðbýnum vinda upp á seg.

 

- Tað eru ung fólk í 20unum, sum typisk koma upp at berjast uttan fyri dansistøðini og aðrastaðni í miðbýnum í Havn. Tað er ikki soleiðis, at talan er um harðskapsmál beinleiðis, men meira mál, har fólk eru ófantalig og koma til hendurs, og har onnur ringja eftir politinum fyri at steðga bardøgunum,  greiðir vakthavandi frá.

 

Afturat fleiri smábardøgum um vikuskiftið blivu tveir menn tiknir fyri at koyra við kenning. Eisini var eitt harðskapsmál, har menn vóru komnir til ilnar í einum sethúsum, og tann eini hevði skallað hin. Viðkomandi, ið skallaði, er skuldsetur fyri harðskap.

 

Harumframt hevur politiið tikið sær av fullum fólkum, ið ikki sjálvi hava funnið heim til hús.