Strangar treytir fyri at brenna blikk og bál

Tað eru strangar treytir fyri at brenna bál og blikk við landsveg


Á nýggjárinum er gamal sigur at brenna bál og at seta blikk upp framvið vegnum, sum eldur síðani verður settur í.

 

Men Landsverk ger nú vart við at tað eru strong krøv til tey, sum ætla at brenna bál og blikk framvið landsvegunum.

 

Fyrsta treytin er at fáa loyvi frá sløkkiliðnum á staðnum, sum skal hava navn og telefonnummar hjá ábyrgdarhavaranum.

 

Harafturat skulu øll neyðug loyvi frá øðrum myndugleikum eisini fáast til vega.             

 

Men ættin má ikki liggja soleiðis, at neistar og annað koma inn á vegin.

 

- Bál skulu vera í minsta lagi 25 metrar frá landsvegnum og blikk skulu vera so mikið langt frá koyribreytini sum til ber, men tey skulu undir øllum umstøðum  minst vera ein metur frá koyribreytini  - og tey skulu heldur ikki vera nær bilverjuni.

 

- Blikkini skulu vera sett trygt, so tey ikki koppa og tey, sum skipa fyri skulu tryggja, at brennievni ikki rennur úr blikkunum og tey mugu heldur ikki tarna ferðsluni, ella vera til ampa fyri parkeraðar bilar.

 

Somuleiðis skal alt ruddast aftur sum skjótast dagin nýggjársdag, sigur Landsverk.