Í farnu viku hevur Justice John Erhenede úr Nigeria royndarvant við Víkingi, sum leitar eftir einum hangandi áleypara.
- Hann er ein fínur spælari, men hann er nokk meiri ein vongur enn ein hangandi áleypari, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi.
Justice John Erhenede hevur eina fortíð í FC Midtjylland og Vejle. Hann hevur verið nógv skaddur farna ár.
- Hann er ikki í somu venjing, sum okkara spælarar, men talan er um ein mann, ið dugur nøkur ting á vøllinum, sigur Sigfríður Clementsen.
Víkingur leitar eftir tveimum spælarum. Hesir báðir spælararnir skulu passa inn í heildina.
- Vit hava ikki tikið støðu til Justice John Erhenede enn, men hann skal passa saman við hinum spælaranum, sum vit skulu hava. Vit hava góða tíð til at finna røttu spælararnar og fara ikki í panikk, sigur Sigfríður Clementsen.
Venjarin hjá Víkingi leggur afturat, at Justice John Erhenede er ein skjótur spælari, sum seinnu árini hevur spælt í næstnbestu deildini í Danmark. Víkingur royndi fyrr í ár at fáa Lukasz Cieslewicz til felagið.










