Flott mál í væntu

Landsliðsvenjingin í dag bjóðaði upp á fleiri flott mál, tá teir eldru vunnu á teimum yngru

Landsliðið er samlað og í dag klokkan 17 var fyrsta venjingin á skránni. Lagið á spælarunum tóktist vera gott. Christian Lamhauge Holst vandi ikki við orsaka av skaða í knænum, men verður tøkur til dystin fríggjakvøldið.

 

Móti endanum av venjingini var dystur millum teir eldru og teir yngru. Dysturin endaði vist nokk við 4-3 sigri til teir eldru, men stuttligt var at síggja kvalitetin á málunum, sum blivu skotin í innanhýsis dystinum.

 

Millum annað Hallur Hansson skjeyt tvey góð mál. Hann er ein av teimum, sum hevur nakað at prógva komandi dystirnar. Hann misti plássið til dystin móti Týsklandi. Eisini Fróði Benjaminsen og serliga Rógvi Baldvinsson skoraðu frálík mál til venjingina í dag. Vónandi er tað ein ábending um at góð mál eru í væntu.

 

Fyri uttan Christian Lamhauge Holst, so vandi Christian R. Mouritsen heldur ikki við alla venjingina. Hann er eymur í fótinum og valdi tí at gevast miðskeiðis í venjingini, men heldur ikki her er talan um at hann er ivasamur til dystin fríggjakvøldið.