Fleiri foreldur fingu klipp í koyrikortið

Síðani skúlarnir byrjaðu aftur, hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at standa við skúlarnar og kanna ferðsluna, tá ið børnini koma í skúla um morgunin.

 

Hetta er eitt átak, sum skuldi vara alla síðstu viku og sum skuldi vera alla hesa vikuna afturat.

 

Endamálið var, at Løgreglan skuldi kanna at kalla hvønn einasta skúla í landinum, segði løgreglan við www.in.fo, herfyri.

 

Í morgun stóð løgreglan uttanfyri ein av stóru skúlunum í landinum og kannaði ferðsluna.

 

Serliga var kannað eftir, um foreldur, sum koyrdu børnini í skúla, høvdu sett børnini í trygdarbelti.

 

Men løgreglan sigur, at støðan kundi avgjørt verið betri á hesum øki, tí fleiri foreldur fingu klipp í koyrikortið, umframt bót, fyri at hava børnini í bilinum, uttan at seta tey í trygdarbelti.

 

Akkurát, hvussu nógv foreldur, talan var um, vitsti løgreglan ikki í kvøld, men talan var um nógv, sigur løgreglan.

 

Annars var fatanin ein dagin herfyri, at støðan var rættiliga góð á hesum øki í ár, men dagurin í dag hevur so trekt niður.