Løgmaður kann spara 1,6 mió um hann vil

– So var yvirskriftin í Sos­i­al­i­­num at løgmaður góðtekur dup­ulta løn. Tað er skeivt, havi ikki og komi ongantíð at góð­­taka dupulta løn, fyri at broyta skipanir so krevst meiri­­luti.

Soleiðis skrivaði løgmaður á Facebook í gjár eftir at hava lis­ið Sosialin.

Blaðið spurdi løgmann, um hann hevði ætlanir um at broyta skipanina við, at lands­stýr­is­menn fáa dupulta løn, tá teir koma aftur í tingið. Vit spurdu løgmann, tí hann er sam­gonguleiðari, og tí, at tað hann var tingmaður vildi hann so fegin broyta hetta, at hann legði fram uppskot á ting um tað.

Men nú, tá løgmaður sjálv­ur fær eina fjórðingsmillión eyka, tá hann fer aftur í ting­ið, svarar hann, at hann hev­ur onnur stórmál at fáast við. Bein­leiðis spurdur, segði hann »nei«·
Tí staðfesta vit, at hann góð­tek­ur dup­ulta løn. Hvussu skal tað annars skiljast?

Í tíðini hjá Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen sum løg­manni fer at hetta tí kosta skatta­borg­ar­um minst 3,4 milliónir krón­ur. Við at broyta lógina kann løg­mað­ur spara upp til 1,6 mill­i­ón krónur.
Men tað hevur løgmaður so ong­ar ætlanir um...