Ísfiskatrolararnir eru lidnir við tær makrelkvotur, sum Fiskimálaráðið tillutaði hesum skipum í ár. Ymiskt er, hvussu tað hevur gingist hjá ísfiskatrolarunum at fiska, men greitt er, at fleiri skip og manningar hava fingið væl burturúr.
Ivan Holm í Nólsoy og dalbingurin, Pól Kjartan Larsen, skiftast um at føra ísfiskatrolaran, Heyk, sum partrolar saman við Falki. Nú eru skipini aftur á upsaveiði, og Ivan hevur frítúr.
- Jú, hetta hevur verið ein spennandi tíð, og hjá teimum ísfiskatrolarum, sum hava verið hepnir, hevur makrelurin verið eitt gott ískoyti hjá skipi og manning.
Ivan Holm sigur, at Heykur og Falkur hava fiskað sløk 4.500 tons av makreli tilsamans. Onkur pør hava fiskað meira enn Heykur og Falkur, men tað eru eisini skip, sum hava fiskað minni.
- Fagraberg, Tummas T og Høgiklettur hava tikið makrel inn fyri okkum, og hetta hevur riggað væl. Tey bestu tóvini, sum vit høvdu, mundu tátta í 300 tons, men tað eru ísfiskaskip, sum hava fingið væl størri hál enn tað, sigur nólsoyingurin og skiparin á Heyki.









