Tað er heldur óvanligt at ganga inn á gólvið í møblahandlinum »Eikini» á Argjum. Handilin er innrættaður sum tríggjar stovur, har útboðið av møblum og brúkslutum er sett saman á meira persónligan hátt [...] handlum. Har er ein stór stova við bjart málaðum veggum, prýddir við myndum og lampettum, eins og ljósakrónur hanga undan loftinum. Tað er eins íheimligt sum í einari fínastovu. Síðani er ein grønlitt [...] at seta møblar saman, so teir koma betur til sín rætt. Tað er ikki so lætt at síggja, hvussu ein sofa, borð ella stólur rigga, um tað bara er sett inn í eitt høli, saman við nógvum ymsum møblum. Vit
Millum oratoriir er onki so fólkakært sum »Messias« eftir G. Fr. Händel. Líka síðan fyrstu framførsluna 1740 í Dublin í Írland hevur hetta megnarverk verið framført á hvørjum ári ? fyrstu árini bert í [...] tónleikaframførslur fram móti jólum ella um páskatíðir breitt seg út um allan heim, og manga staðni er tað vorðið føst siðvenja hjá kórum og orkestrum at hava hetta verk á skránni á hvørjum ári. Um hetta [...] hoyra Messias í Føroyum. Slíkt kirkjuligt verk hóvar, sum vera man, best í kirkjum. Men av tí at tað her í landinum fram um øll onnur lond av kirkjumyndugleikum ikki verður hildið hóskandi at taka atgongugjald
ikki at hava eyka útreiðslu við sær fyri landskassan. Nei, her verður eingin eyka útreiðsla. Her er sjálvandi ein sparing. Í veruleikanum er lítil og eingin broyting í støðuni hjá børnunum, tí tey hava [...] uppihaldspeninginum kortini ? til hetta er upphæddin ov lítil. Men kortini. Í flestu førum er tað pápin, ið letur henda uppihaldspening, og fyri hansara viðkomandi er talan um stóra broyting (50%). Og við [...] Ómøguligt at stovna nýggja familju Hjúnabandsskilnaður er eingin ynskiloysn, men kortini er hetta ein veruleiki fyri mong, og í mongum førum einasta loysn. Er talan um eina familju við fleiri børnum, eru fíggjarligu
dana, sum nevnist Milan, og hendan dystin vann Búgvi lættliga. Síðani stóð ein svii fyri tørni, men her gjørdist Búgvi minni maðurin, og sama skili varð, tá Búgvi kom upp ímóti Wofang úr Týsklandi. Endaliga [...] Tað ganga tó ikki nógvir dagar til næstu altjóða avbjóðingina hjá Búgva Poulsen. Hetta vikuskiftið er ein kapping í Danmark, sum verður nevnd Scandinavian Open Championships, og har skal Búgvi royna seg
hetta skal gerast. Hetta mistakið er ein klassikari í øllum útviklingsarbeiði, og tað er harmiligt at kommununevndin ikki er sloppin undan tí. Ein møgulig frágreiðing er, at nevndin hevur mett, at spurningurin [...] dýrari. Samstundis er talið av leiðarastørvum trífaldað. Trupulleikin er bert, at effektiviteturin í miðfyrisitingini ikki er vaksin samsvarandi teim stóru meirútreiðslunum til hana. Líkt er eisini til, at [...] avleiðingin er sjálvandi at aðalstjórarnar uppfata samskipanina hjá løgmansstjóranum sum uppílegging í innanhýsis viðurskifti hjá teirra aðalstýri. Og tað er júst hetta, sum er hent. Í dag er at kalla ongin
hóast tað eisini kunnu liggja nógvir fyrimunir í at fáa útlendskar íløgur til Føroya. Avgerðarrætturin her Og víðari verður sagt í viðmerkingunum, at fyri at tryggja, at ræðið yvir hesum tilfeinginum at ala [...] tilknýti til Føroyar. Avgerðarrætturin verður sostatt framhaldandi í Føroyum. ? Ætlanin við broytingini er at geva tekin um, at útlendskur kapitalur og vitan eru vælkomin til Føroyar, sigur landsstýrismaðurin
avsmurdur. Tað er ikki ein tilvildarligan drong, hann nevnir, men ein sum er líka so nógv uttan fyri felagsskapin sum hann sjálvur. Høgni skákar sær undan við at finna ein, hvørs støða er líka veik sum [...] verður kallaður »megafeitur«, og tað er »ótrúligt«, at tað er lukkast at fáa hendur á honum. Kortini verður tað aldrin borið upp á tungu, hvør hesin einastandandi filmurin er! Børn hava lyndi til at brúka orðið [...] leingi við tekningunum, so at tað lætta er arbeitt burtur, uttan at størri dýpd er komin ístaðin. Miskunnarloysi Hóast ein fittur partur av »Hvør vil eiga myrkrið« er merktur av lágfloygdari gerandisrealismu
hansara, og letur sum um silvurið er ein gáva, hann hevur latið Valjean. Valjean fer nú undir eitt nýtt lív, og undir einum pseydonymi keypir hann eina gamla verksmiðju, sum er farin á húsagang í býnum Montreuil [...] Kærleikin er tvívegis, men eydnan brestur, tá Valjean ætlar at fara við Cosettu til Onglands - fyri at sleppa undan Javert og prutlandi uppreistrinum. Tá Valjean viðgongur, at framtíðin hjá Cosettu er við Mariusi [...] hevur Fantina latið eftir seg eina óektaða dóttir hjá familjuni Thénardier í teirri vón, at barnið her fer at fáa ein frægari uppvøkstur, enn hon sjálv hevði megnað at givið tí sum ein fátæk, støk mamma
ivast í tí, tey gera. Og júst á hendan hátt er tað komið, at Ova er aftur er farin at arbeiða við ull. - Mær dámar sera væl at tøva ullina, og eg haldi, at tað er tað føroyska, sum eg royni at fara aftur [...] als ikki væntað, at myndirnar blivu seldar. Listamaðurin vísir kenslurnar - List er kenslur, og tí er tað nakað, sum er sera persónligt. Eg veit, at um eg ikki hevði selt myndirnar, so var eg farin í kjallaran [...] ovurfegin, sigur ein glaður Ova. - Hallo, ert tú her, ljóðar aftanfyri ryggin. Hetta er ein kend rødd, sum sigur hesi so væl kendu orð á føroyskum. Og hvør er hasin, sum stendur har? Jú, aftanfyri meg stendur
- samrøðan ella orðaskiftið er í sær sjálvum konstruktivur, uppbyggjandi. Endamálið við honum er at byggja upp nakað positivt og skilagott. At bøta um nakað, sum ikki er nóg gott. At stinga út í kortið [...] í beinleiðis samband við alt fólkið. Hetta setir krøv báðar vegir. Hetta er demokrati í verki. Ein nátúrlig avleiðing av hesum er tann, at tú fær fólkavald, sum nú av álvara gera sítt heimaarbeiði og tú [...] út, ans. Kjarnin í hesum er orðaskiftið. Og sum eina avleiðing kanst tú fáa borgarar, ið fara at leggja seg út í dialogin við eitt nú at seta sínar meiningar á prent. Tú hevur her eitt demokrati, sum livir