Orðaskiftið er hjartað í demokratiinum

VIT hava endurtikið hetta aftur og aftur á hesum stað nú í mong ár. Og vit fara at halda fram við at minna á tað. Nevniliga hvussu týdningarmikið orðaskiftið er fyri demokratiið. Tað er í veruleikanum sjálvt hjartað - fyri ikki at siga hjartapumpan - í okkara demokratiska samfelag - tann pumpan, sum setir alt samfelagsmaskinaríið í gongd, smyr tað og heldur tað gangandi.

Stovnar, feløg, virki, ja alt í samfelagnum verður hildið gangandi av tí, sum kemur burtur úr orðakiftinum. Ein kann eisini siga, at orðaskiftið, debattin, kjakið, dialogurin osfr. eru katalysatorurin fyri øllum virksemi í samfelagnum. Og orðaskiftið kann aftur vera so nógv. Tað kann vera samrøðan millum tvey ella fleiri fólk. Tað kann vera lesarabrøvini, viðmerkingarnar, sjónarmiðini í bløðunum, tað kann vera viðgerðin á tingi ella fundir kring landið av øllum møguligum slag. Alla staðni, har tú hevur orðaskifti - dialogin - gangandi, har grør. Dialogurin - samrøðan ella orðaskiftið er í sær sjálvum konstruktivur, uppbyggjandi. Endamálið við honum er at byggja upp nakað positivt og skilagott. At bøta um nakað, sum ikki er nóg gott. At stinga út í kortið nakað heilt nýtt tvs. at leggja lunnar fyri komandi ættarlið - at byggja brýr millum fólk og lond - millum einstaklinga áhugamál og samfelags áhugamál.


SVF og formansskapurin í tinginum hava tikið stig til at varpa út orðaskiftið úr tinginum. Eitt rætt og slætt fantastiskt tiltak. Nú kunnu allir borgarar í landinum bráddliga fylgja við hvørjum tí einastu orði - meining - sum kemur fram frá landsins hægsta stað. Nú kunnu tey fólkavaldu koma í beinleiðis samband við alt fólkið. Hetta setir krøv báðar vegir. Hetta er demokrati í verki. Ein nátúrlig avleiðing av hesum er tann, at tú fær fólkavald, sum nú av álvara gera sítt heimaarbeiði og tú fær borgarar, sum bráddliga fara at vísa tí politiska virkseminum ans, ella rættari, vísa sínum egna gerandisdegi, og hvussu hann skal síggja út, ans. Kjarnin í hesum er orðaskiftið. Og sum eina avleiðing kanst tú fáa borgarar, ið fara at leggja seg út í dialogin við eitt nú at seta sínar meiningar á prent. Tú hevur her eitt demokrati, sum livir og virkar. Tað er m.a.í hesum anda, at blaðið hevur havt sum eitt av sínum aðalmálum: at halda lív í og lívga um orðaskiftið.Ein nýroynd er greinarøðin ?Føroyar og framtíðin? hjá Ronnie Thomassen og Gesti Hovgaard. Teir hava her gjørt eitt slóðbrótandi arbeiði, og tað er okkara vón, at hesar greinar elva til eitt gott og breitt orðaskifti.