Eirikur Lindenskov
Eftir at hava verið fongslaður í nítjan ár fyri at hava stolið ein breyðbita, verður Jean Valjean at enda latin leysur. Men fortíðin eltir hann. Í býnum Digne leitar hann til fánýtis eftir taki yvir høvdið, til at enda bispurin miskunnar honum og býðir honum innar. Valjean takkar bispi við at stjal silvur hansara. Tá løgreglan handtekur hann, fjalir bispurin út yvir misgerð hansara, og letur sum um silvurið er ein gáva, hann hevur latið Valjean. Valjean fer nú undir eitt nýtt lív, og undir einum pseydonymi keypir hann eina gamla verksmiðju, sum er farin á húsagang í býnum Montreuil. Verksmiðjan verður tann menningarríkasta verksmiðjan í býnum, og at enda verður Valjean útnevndur borgarstjóri.
Kvinnan, Fantine, arbeiðir á verksmiðjuni. Áðrenn hon verður sett í starv, hevur Fantina latið eftir seg eina óektaða dóttir hjá familjuni Thénardier í teirri vón, at barnið her fer at fáa ein frægari uppvøkstur, enn hon sjálv hevði megnað at givið tí sum ein fátæk, støk mamma í eini tíð, har tað at fáa eitt barn uttan fyri hjúnarband var skomm. Tá tey finna út av fortíð hennara, verður hon søgd úr starvi, og einasti møguleiki hennara at gjalda familjuni Thénardier er at selja seg sjálva. Fantina verður handtikin av nýggja politimeistarnum í býnum, Javert (sum í sínari tíð var fangavørður í grótbrotinum, har Valjean var trælur). Javert skuldsetur Fantinu fyri at hava verið ónærislig móti einum fínum harra, og bara tað, at Valjean blandar seg ger, at Fantina ikki verður fongslað. Fantina er nú vorðin sjúk, og heilsa hennara gerst verri og verri.
Hon livir í teirri vón, at hon skal síggja dóttir sína, Crosette, aftur, sum Valjean hevur lovað at føra til hennara. Hon hittir tó ongantíð dóttrina, tí áðrenn tað avdúkar Javert veruliga samleika Valjeans.
Valjean flýggjar og fer til Montfermeil fyri at fría Cosette frá jarnhond pelygufamiljunnar. Saman flýggja tey undan Javert til París, men sjálvt í París spøkir fortíðin. Valjean leitar sær friðskjól í einum kleystri, og saman við Cosettu verður hann har í mong eydnurík ár undir verju kleystursins. Cosetta vil tó ikki vera verðandi í keystrinum, og tey taka tí ta avgerð - at flyta út. Ein dagin hittir Cosette tann unga kolveltingarsinnaða studentin, Marius, sum gerst skotin í Cosettu.
Kærleikin er tvívegis, men eydnan brestur, tá Valjean ætlar at fara við Cosettu til Onglands - fyri at sleppa undan Javert og prutlandi uppreistrinum. Tá Valjean viðgongur, at framtíðin hjá Cosettu er við Mariusi og ikki honum, avger hann kortini, at tey skulu vera verðandi í París, og Valjean fer í herna fyri undirklassanum.
Valjean bjargar Mariusi frá dyeðanum við at bara hann gjøgnum parísisku kloakkirnar við Javert í hølunum.
Tá Valjean kemur uppaftur á gøtuna - møtir honum eingin minni enn Javert, sum bíðar við løgregluherliði. Javert letur Valjean fara á sjúkrahúsið við Mariusi - undir løgreglueftirliti.
Valjean verður síðan førdur aftur til Javert, sum í hesum bili hevur tikið støðu.
Síðsti fundur teirra verður ein sannur lagnufundur. Javert ger nú beint ímóti øllum sínum prinsippum - og letur Valjean leysan.
Javert velur síðan at taka egna lív sítt.