Ólavur í Beiti
Í viðmerkingunum til uppskotið, sum Finnbogi Arge, landsstýrismaður, legði fram vegna landsstýrið fyrr í mánaðinum, sigur landsstýrismaðurin, at tá hugsað verður um samfelagsliga týdningin, føroyska alivinnan í dag hevur, má ásannast, at tað kann vera óheppið, um meirilutin av avgerðarrættinum í alivinnuni, ið sum kunnugt byggir á tilfeingið á staðnum, ikki verður varðveittur á føroyskum hondum.
? Hetta hóast tað eisini kunnu liggja nógvir fyrimunir í at fáa útlendskar íløgur til Føroya.
Avgerðarrætturin her
Og víðari verður sagt í viðmerkingunum, at fyri at tryggja, at ræðið yvir hesum tilfeinginum at ala fisk v.m. verður verandi á føroyskum hondum, varð í mai 1997 gjørd broyting í løgtingslógini frá. 9. juni 1988 um aling av fiski v.m.
? Broytingin hevði til endamáls at tryggja, at avgerðarrætturin í alivinnuni skuldi vera varðveittur í Føroyum. Hetta varð gjørt soleiðis, at eigararnir av í minsta lagi 2/3 av ognarpeninginum, sum somuleiðis hava í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum í felagnum, skulu hava fast tilknýti og fulla skattskyldu í Føroyum. T.v.s. at eigararnir av 33% av ognarpeninginum ikki nýttust at hava fast tilknýti og fulla skattskyldu í Føroyum.
49%
Uppskotið veitir møguleika fyri, at upp til 49% av eigarunum ikki nýtast at hava fast tilknýti til Føroyar. Avgerðarrætturin verður sostatt framhaldandi í Føroyum.
? Ætlanin við broytingini er at geva tekin um, at útlendskur kapitalur og vitan eru vælkomin til Føroyar, sigur landsstýrismaðurin í viðmerkingunum.
Og at enda sigur Finnbogi Arge, at av tí at ásetingin um eigaraviðurskiftini verður mett sum grundleggjandi fyri at varðveita avgerðarrættin í føroysku alivinnuni á føroyskum hondum, verður tað mett neyðugt, at landsstýrið hevur møguleika at seta tiltøk í verk, sum muna, um ásetingin ikki verður fylgd.
Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Havbúnaðarfelagnum, hjá Felagnum fyri løggildar grannskoðarar og hjá Advokatfelag Føroya. Nevndu feløg høvdu ongar viðmerkingar til lógaruppskotið, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið, var til 1. viðgerð hósdagin, og eftir eitt langt og lívligt orðaskifti varð tað beint í Vinnunevndina.