Til harra Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Viðmerkingar til uppskot um broytingar í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

Í uppskotinum verður m.a. nevnt, at endurgjald fyri goldnan uppihaldspening verður strikað. Samstundis verður uppihaldspeningur til børn og hjúnafelaga gjørdur skattafríur.

Eftir meting landsstýrismannsins kemur hetta ikki at hava eyka útreiðslu við sær fyri landskassan.

Nei, her verður eingin eyka útreiðsla. Her er sjálvandi ein sparing. Í veruleikanum er lítil og eingin broyting í støðuni hjá børnunum, tí tey hava ikki goldið skatt av uppihaldspeninginum kortini ? til hetta er upphæddin ov lítil.

Men kortini. Í flestu førum er tað pápin, ið letur henda uppihaldspening, og fyri hansara viðkomandi er talan um stóra broyting (50%). Og við endan av hesi ringrás finna vit jú aftur børnini, sum nú aftur fáa ein dyggan smeit av enn einari »kamufleraðari« hond í pengamappuni ? nú hjá »forsyrgjaranum« uttan fyri garðin.

Dugi ikki at skilja, um her er talan um eina moralprædiku ? ella bert um enn eitt lætt hál í lummarnar á fólki, ið av givnum umstøðum eru komin fíggjarliga illa fyri.


Ómøguligt at stovna

nýggja familju

Hjúnabandsskilnaður er eingin ynskiloysn, men kortini er hetta ein veruleiki fyri mong, og í mongum førum einasta loysn.

Er talan um eina familju við fleiri børnum, eru fíggjarligu fylgjurnar av hesum uppskoti so mikið tyngjandi, at tað at kalla verður ómøguligt hjá mongum at byrja eitt nýtt lív eftir sundurlesing.

Tað sigst ganga betur við handilsjavnanum. Tað eru tó óivað mong, ið enn ikki hava kent svalan av hesum vøkru tølum. Fyri meirilutan er bert tann veruleiki, at livikostnaðurin hevur tikið seg fram um lønirnar við fleiri bátslongdum.

Dupult húsarhald er eins tyngjandi fyri øll ? hetta er ikki ein serstøða hjá tingmonnum.

Vónandi er hesin partur av uppskotinum bert ein lítið umhugsaður tankatoskur, ið verður strikaður sum skjótast.

Er alneyðugt at spara á hesi konto eisini, so kundi ein minni regulering eisini gjørt mun.

Verður uppskotið samtykt í verandi líki, so fer enn ein partur av fólki okkara óivað at leita sær burtur í onnur lond, har virðingin fyri vanliga fólkinum ? upp á gott og ilt ? enn ikki er farin fullkomiliga undir heilt.


við tjóðskaparkvøðu,


Pauli í Sandagerði