Spennandi møblasøla á Argjum

Møbilhandilin »Eikin» á Argjum hevur lagt seg eftir at selja enskar og australskar dygarvørur. Ein avtala er fingin í lag við ensk møblasnikkaravirkir og polsturvirkir, sum gevur viðskiftafólkunum høvi at velja ikki bert snið, men eisini t.d. litir á leðurmøblum eins og um fólk vilja hava blankar ella óblankar flatur á møblunum

Tað er heldur óvanligt at ganga inn á gólvið í møblahandlinum »Eikini» á Argjum. Handilin er innrættaður sum tríggjar stovur, har útboðið av møblum og brúkslutum er sett saman á meira persónligan hátt enn vanligt í slíkum handlum.

Har er ein stór stova við bjart málaðum veggum, prýddir við myndum og lampettum, eins og ljósakrónur hanga undan loftinum. Tað er eins íheimligt sum í einari fínastovu.

Síðani er ein grønlitt spísistova sum situr saman við innbúgvinum, umframt ein lítil stova, tapetað við tveimum ymiskum tapetmynstrum, við einum breiðum mahogni trælista, miðskeiðis á vegginum. Har stendur m.a. ein sera vøkur chaiselong, sum júst líkst teimum, ið oldurommur okkara áttu.


Nýtt búnýti í

gomlum sniði

Allastaðni eru sofabólkar, spísiborð og stólar, vøkur skáp og vitrinir við træskurði og tílíkt, sum minnir um gamlar dagar, og sum nú er við at koma fram aftur.

Umframt tað eru eisini møblar í nútíðar sniði, og træsløgum.

Birgit Høj leiðari í »Eikini», sigur við Sosialin, at hon hugsar altíð um at seta møblar saman, so teir koma betur til sín rætt. Tað er ikki so lætt at síggja, hvussu ein sofa, borð ella stólur rigga, um tað bara er sett inn í eitt høli, saman við nógvum ymsum møblum.

­ Vit hava arbeitt nógv við at innrætta handilin sum stovur. Tað er stuttligt at fáast við, eins og fólk halda tað vera hugnaligt at ganga inn á gólvið, sigur Birgit Høj.

Umframt møblar til vanligar prisir eru eisini heldur kostnaðarkrevjandi møblasløg, sum fólk hyggja at fleiri ferðir, meðan umhugsað verður at keypa.

Her eru kenda, gamla enska chesterfield sofan og tveir stólar, borð úr haldgóðum mahogni og eikitræi, ella furu úr Australia.

Møblahandilin hevur fingið avtalur við smærri virkir, sum smíða og polstra møblar í Onglandi.


Fólk hava møguleika at velja snið og litir

­ Eitt nú kunnu fólk sjálvi velja sær litir í hond viðgjørdum leðri. Harnæst hava vit fingið samstarv við snikkarar og polstrarar. Tað gevur okkum møguleika at velja hvønn lit træið skal hava, um tað skal vera myrkt ella av ljósari slag, hvussu blankt ella óblankt tað skal vera o.s.fr..

Tað ber eisini til at velja, um útskeringar skulu vera ella ikki, eins og møguleiki er fyri at velja onnur sløg av búnyttum, enn tey ið eru í handlinum í løtuni.

Upplatingartíðin í »Eikini» eru tær somu sum í hinum handlunum, og øll eru vælkomin inn á gólvið, eisini tey, sum bert hava hug at síggja úrvalið, sigur Birgit Høj, sum eisini hevur stórt úrval av prýðislutum at selja.