rð á Seglloftinum. Eyka nógv er gjørt burturúr hesum í ár og bæði egg og bacon er á matarlepanum – øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar kommunan. Klokkan 10 verður eisini byrjað at seta blikk upp á vegnum [...] til at hjálpa til, eru vælkomin at møta inni á Hvítanesi, har tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu heldur til. Kl. 14:00 verður árliga pílagrímsferðin niðan á Oyrnafjall. Hetta er sera væl umtókt millum [...] stundisliga. Kl. 24:00 verður bál á sandinum í Trongisvági og Tvøroyrar Nýggjársnevnd setur sítt stórfingna fýrverksshow í gongd av Drelnesi. Hetta er eitt hæddarpunkt á árinum og vónandi møta fólk fjølment
Tvøroyri Tvøroyrar Kommuna hevur fingið fyrispurning frá vinnurekandi, sum ætla at seta eitt virki á stovn í komununi. Men tað serstaka við hesum virki er, at tað kann ikki vera ov nær bygdum øki. À b [...] býráðsfundi á Tvøroyri herfyri, varð málið umrøtt og har varð skotið upp at broyta byggisamtyktina, so at virkið kundi byggjast úti í óbygdum. Upplýstvarð ikki, hvat virki, talan var um, men tað er til [...] tók undir við hesum var Dan Nielsen. Hann helt seg var ov illa kunnaðan til at taka støðu. hann vísti á, at Trongisvágsfjørður var víðførur og hann skilti ikki, hví virki ikki kundi vera onkra aðrastaðni
deild á Tvøroyri, sum tók stig til lektiucaféina. Treytin var tó, at allir næmingar í oynni skuldu til Tvøroyrar á lektiucafé, men hesum setti Hvalbiar skúli seg ímóti. Í staðin settu tey lektiucafé á stovn [...] næmingar frá 1.-9. flokk. Tey ganga í 10. flokki á Tvøroyri. Nevnast kann, at slíkar lektiu-café'ir eisini finnast á øðrum skúlum kring landið, m.a. á Argjum og í Studentaskúlanum í Hoydølum.
játtanin upp á 3,8 milliónir, er júst latin, fyri at verkætlanin kann fremjast í verki í ár, sigur Lokale og Anlægsfonden í einum tíðindaskrivi í morgun. Í dag hevur kappróðrinum á Tvøroyri ringar umstøður [...] sosialt stað er at hittast í eftir venjingarnar, siga tey. Men framyvir fer virksemið á fjørðinum og í róðrarfelagnum á Tvøroyri at vera øðrvísi. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, FSR, og føroyingar annars, fáa nú [...] Nú er ætlanin at gera eina nýggja og slóðbrótandi miðstøð til vatnítrótt á Tvøroyri. Tað er Froðbiar Sóknar Kappróðrarfelag, Tvøroyrar kommuna og Lokale og Anlægsfonden, sum eru farin at menna fyrstu
ómetaliga spentur upp á eina nýggja roynd, sum Fiskavirking er fór undir í morgun. Royndin verður gjørd í samstarvi við Framherja á Toftum. Í hesum sambandi kom risastóri Fagraberg á Tvøroyri í morgun við eini [...] meiri av hesum kongafiskinum á Fiskavirking og tað kann fáa stóran týdning fyri virkið á Tvøroyri og arbeiðsfólki her. Tá ið teir fyrstu kassarnir vóru komnir í land og inn á virkið, var hann bjartskygdur [...] ein spennandi roynd í sær sjálvum og tað er ikki minni spennandi at fáa eitt so stórt skip inn á Tvøroyri, fullfermt av fiski. Til stuttleika kann nevnast, at hann hevur fiskað í akkurát hesum økinum
Umhvørvisstovan og tískil fara tey í dag undir at gera mátingar uttan fyri innsiglingarnar í Vági og á Tvøroyri. Hesi sjóøki vera máld av nýggjum av tí at trygdarskipanin í talgildu sjókortunum, ECDIS, ikki [...] tað tryggari at sigla í hesum sjóøkjum. Arbeiðið er mett at taka tveir og ein hálvan dag og støddin á sjóøkinum, ið ætlanin er at máta, er tilsamans 14,4 ferkilometrar.
3d-prentarar á FabLab í Vági, so hava sjálvboðin kring landið, sum eiga 3d-prentara eisini bjóða seg fram at framleiða hjálmagluggar, gerst tørvur gerst á tí. Sum er, so hava vit ikki nógv tilfar á goymslu [...] gjørdir við 3d-prentaranum á FabLab í Vági og framleiðslukostnaðurin er sera lágur, undir 10 kr. fyri hvønn. Hon sigur eisini, at FabLab í Danmark gera hjálmagluggar, og tað eru tey á FabLab í Vági eisini til [...] bíleggja tilfa. Sum er, hava vit gjørt hjálmagluggar til Heilsumiðstøðina í Vági og tannlæknastovuna á Tvøroyri, sigur Tina Grønbech Tausen.
stórir møguleikar at vera í nýggja lemmavirkinum í Vági, samstundis sum samstarv millum smiðjur á Tvøroyri og í Vági kann gerast ein stórur fyrimunur í framtíðini. Betri samband Økismenningarálitið ger [...] Økismenning Áki Bertholdsen Gongst sum ætlað verða fiskavirki fyri einar 150 milliónmir krónur sett á stovn í Vági í næstum. Fá, ella ongi pláss í landinum hava verið so hart rakt av kreppuni, sum Vágsbygd [...] verður upplýst, at talan er um virki í alivinnuni og í uppisjóvarvinnuni, sum ætlanin nú er at seta á stovn í Vági. Eitt nú hava vit fingið uppspurt, at Heri Hjelm, ætlar at leiga gamla flaka-virkið Polarfrost
ístaðinb fyri at hava eitt undirskot upp á 700.000 krónur á seinastu fíggjarlóg, varð talan um eitt yvirstkot upp á 2,3 milliónir. Ogkommununan hevur staðiliga brúk á meiri pengum til ymsar ábøtur og íløgur [...] Ábøtur Tvøroyri: Fólk á Tvøroyri hava leingið verið nívd av vánaligu fíggjarstøðuini hjá kommununi og nógv viðurskifti í kommununi hava ikki verið søkt so væl sum ynskiligt hevur verið, eitt nú vegirnir [...] í ovara borði á Nýggjavegi liðugt. Hetta er eitt arbeiðið sum er mett at kosta tvær milliónir og ætlanin er at gera tað í ár. Harafturat er ætlanin at brúka smáar 1, 2 millión niðri á havnalagnum, tað
skúlabygninginum á Tvøroyri, har Nautilus hevur verið. Men áðrenn hølini kunnu takast í nýtslu til útibarnagarð, skulu tey umvælast fyri einar 70.000 krónur. Á býráðsfundinum kom fram, at tørvurin á barnaansing [...] pening til at ganga nøkrum serligum ynskjum á møti, tá ið tørvurin á barnaansing er nøktaður, samstundis sum alt annað liggur á láni í kommununi. Hann vísti eisini á, at tað fór at gera, at dagrøktarmammur [...] Barnaansing Tvøroyri: Nú fáa tvørafólk eisini útibarnagarð. Ein meiriluti av Tvøroyrar samtykti mánakvøldið at gera útibarnagarð á Tvøroyri og hann fer at taka børn inn longu 1. august. Pláss verður fyri