Barnaansing
Tvøroyri: Nú fáa tvørafólk eisini útibarnagarð.
Ein meiriluti av Tvøroyrar samtykti mánakvøldið at gera útibarnagarð á Tvøroyri og hann fer at taka børn inn longu 1. august.
Pláss verður fyri 24 børnum í útibarnagarðinum, sum skal hava støð í hølunum í skúlabygninginum á Tvøroyri, har Nautilus hevur verið.
Men áðrenn hølini kunnu takast í nýtslu til útibarnagarð, skulu tey umvælast fyri einar 70.000 krónur.
Á býráðsfundinum kom fram, at tørvurin á barnaansing er nøktaður á Tvøroyri.
Men tað standa eini 40 børn á bíðilista eftir at sleppa í barnagarð og orsøkin til tað er, at tað eru so nógv, sum vilja sleppa úr kommunalu dagrøktini í barnagarð.
Ætlanin er so at taka nøkur av teimum eldru børnunum í útibarnagarðin so at pláss verður fyri fleiri vøggustovubørnum í sjálvum barnagarðinum, tí nógv av teimum, sum standa á bíðilista eru vøggustovubørn.
Av tí, at talið á børnum í dagrøktini fer at minka, tá ið útibarnagarðurin letur upp, fer tað bara at kosta kommununi 10.000- 12.000 krónur um mánaðin eyka at skipa útibarnagarðin.
Fýra ímóti trimum
Men býráðið var ikki samt um at útibarnagarðurin skal gerast.
Finnleif Guttesen úr sambandsflokkinum helt ikki, at kommunan átti a brúka pening til at ganga nøkrum serligum ynskjum á møti, tá ið tørvurin á barnaansing er nøktaður, samstundis sum alt annað liggur á láni í kommununi. Hann vísti eisini á, at tað fór at gera, at dagrøktarmammur misti bæði arbeiði og inntøku.
Sverri Midjord úr Javnaðarflokkinum dugdi ikki at skilja, hví barnaansing skuldi verða ein almenn uppgáva, tí tað var tað ikki fyrr, tá ið nógv meiri arbeiði var á Tvøroyri og tað hevði gingið fínt.
Pauli Einarsson legði dent á, at hann tók undir við einum útibarnagarði, men hann tók ikki undir við, at akkurát skuldi fáa hølini, sum Nautilus hevði verið í.
Honum dámdi ikki, at eitt øki, sum varð gjørt til ítróttarøkið alsamt meiri og meiri varð tikið til barnaansing.Hann mælti ístaðin til at leggja eina heildarætlan fyri økið ístaðin fyri at taka eina avgerð nú.
Men hinir fýra býráðslimirnir, Bergur Bærendsen, Dan Nielsen, Heri Mortensen og Kristin Michelsen atkvøddu fyri at gera útibarnagarð í hølunum hjá Nautilus og sostatt varð málið samtykt.









