Gera verndarútgerð ímóti korona í Vági

Heilsustýrið í Danmark hevur góðkent útgerðina

Er tørvur á tí, veru vágbingar til reiðar at fara undir at gera verndarútgerð til heilsuverkið ímóti korona.

Um allan heim er stórur eftirspurningur eftir útgerð av ymiskum slagi í samband við korona.

Stórur eftirspurningur er eftir útgerð til at kanna um fólk hava ella hava havt korona, og harumframt er eisini sera stórur eftirspurningur eftir útgerð til fyribyrgjan av smittu útbreiðslu, bæði til privat fólk og til heilsuverkið.

Eitt, sum stórur eftirspurningur er eftir, er hjálmagluggar sum starvsfólk í heilsuverkinum brúka at verja seg ímóti smittu.

Á FabLab í Vági hevur Tina Grønbech Tausen, leiðari, gjørt hjálmagluggar, sum heilsustýrið í Danmark hevur góðkent. Hon sigur í tíðindaskrivi, at hjálmagluggarnur verða gjørdir við 3d-prentaranum á FabLab í Vági og framleiðslukostnaðurin er sera lágur, undir 10 kr. fyri hvønn.

Hon sigur eisini, at FabLab í Danmark gera hjálmagluggar, og tað eru tey á FabLab í Vági eisini til reiðar til at fara undir. Umframt 3d-prentarar á FabLab í Vági, so hava sjálvboðin kring landið, sum eiga 3d-prentara eisini bjóða seg fram at framleiða hjálmagluggar, gerst tørvur gerst á tí.

Sum er, so hava vit ikki nógv tilfar á goymslu, so skulu vit undir framleiðslu, mugu vit bíleggja tilfa.

Sum er, hava vit gjørt hjálmagluggar til Heilsumiðstøðina í Vági og tannlæknastovuna á Tvøroyri, sigur Tina Grønbech Tausen.