Gera skúlating á café í Hvalba

Helmingurin av næmingunum í Hvalbiar skúla gera nýtslu av lektiucaféini 

Í nøkur ár hevur lektiucafé verið í Hvalba. Í fyrsta umfari vóru tað næmingarnir í 5.-9. flokki, sum fingu tilboðið, men eftir umbøn frá næmingum í fjórða flokki er tilboðið víðkað til teirra eisini.

Lektiucaféin heldur til í hølunum, har 1. og 2. flokkur húsast, og hon er beint eftir skúlatíð hjá næmingunum, frá kl. 12.30 til 14.30.

Hvalbiar kommuna letur 5 tímar um vikuna til endamálið og skúlin sama tímatal. Í byrjanini var ein lærari knýttur at caféini, síðan er ein settur afturat.

- Nógv børn hava ongan at hjálpa sær heima við skúlatingunum; kanska er eingin heima, tá ið skúlatingini verða gjørd, kanska er eingin, sum stuðlar tær í at gera skúlatingini, og kanska duga foreldrini ikki at hjálpa barninum við skúlatingunum, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, skúlastjóri í Hvalbiar skúla, við heimasíðuna hjá Lærarafelagnum.

Upprunaliga var tað sosiala deild á Tvøroyri, sum tók stig til lektiucaféina. Treytin var tó, at allir næmingar í oynni skuldu til Tvøroyrar á lektiucafé, men hesum setti Hvalbiar skúli seg ímóti. Í staðin settu tey lektiucafé á stovn sjálv við hjálp frá kommununi.

- Lektiucaféin eigur at vera í heimligum umhvørvi, og tað skal vera rætt at koma til og frá.

Í Hvalba ganga beint undir 100 næmingar frá 1.-9. flokk. Tey ganga í 10. flokki á Tvøroyri.

Nevnast kann, at slíkar lektiu-café'ir eisini finnast á øðrum skúlum kring landið, m.a. á Argjum og í Studentaskúlanum í Hoydølum.