Økismenning
Áki Bertholdsen
Gongst sum ætlað verða fiskavirki fyri einar 150 milliónmir krónur sett á stovn í Vági í næstum.
Fá, ella ongi pláss í landinum hava verið so hart rakt av kreppuni, sum Vágsbygd, men hesi seinastu árini hevur tað gingið framá aftur.
Og nú eru ítøkiligar ætlanir um at gera íløgur fyri 150 milliónir krónur í virki av ymsum slagi í Vági.
Í Økismenningarálitinum, sum varð almannakunngjørt mánakvøldið, verður upplýst, at talan er um virki í alivinnuni og í uppisjóvarvinnuni, sum ætlanin nú er at seta á stovn í Vági.
Eitt nú hava vit fingið uppspurt, at Heri Hjelm, ætlar at leiga gamla flaka-virkið Polarfrost frá Føroya Fiskavirking. Har ætlar hann at gera eitt laksavirki, sum skal geva arbeiði til yvir 100 fólk.
? Alivinnan hevur verið fyri stórari menning seinastu árini. Eisini eru eig-araviðurskiftini broytt, so at í nú er bara ein alari í Suðuroy. Hetta hevur ført við sær, at alivinnan nú tykist vera ein tann vinnan, ið hevur størstar menningarmøguleikar í Suðuroy, sigur økismenningarálitið.
Umframt laksavirkið hjá Hera Hjelm, ætla Johan Dahl, og onnur, at gera byggja frystigoymsluna sum er í Vági, út. Harafturat ætla teir at gera eitt uppisjóvarvirki, sum eisini gevur arbeiði til nøkur fólk.
Økisálitið sigur, at samanlagt fara hesar íløgurnar at skapa arbeiðspláss fyri upp ímóti 150 fólkum.
Verða hesi virkini til veruleika, fara tey at hava ein útflutning uppá eini 50.000 tons av fiskavørum um árið, og tað fer at gera Vág til eitt av størstu fiski-vinnuplássum í landinum.
Hevur ment aðrar vinnur
Økismenningarálitið sigur, at rundanum fiskivinnuna og alivinnuni hava eisini aðrar vinnur í økinum ment seg.
Hetta eru vinnur , sum í nógvum førum beinleiðis eru knýttar at fiskivinnuni og alivinnuni sum veitarar.
? Hetta hevur m.a. verið galdandi fyri jarnsmíð og smiðjuvinnu. Eisini tykjast stórir møguleikar at vera í nýggja lemmavirkinum í Vági, samstundis sum samstarv millum smiðjur á Tvøroyri og í Vági kann gerast ein stórur fyrimunur í framtíðini.
Betri samband
Økismenningarálitið ger tó samstundis vart við, at at ætlaðu íløgurnar í Vági eru tengdar at møguleikunum fyri beinleiðis sambandi við útheimin.
Hetta setir so aftur økt krøv til bryggjukant og dýpið í havnini.
Í hesum sambandi eru ítøkiligar ætlanir um at gera eina sokallaða djúpvatnshavn í Vági,
? Um ætlanin gerst veruleiki, er hetta er eitt ítøkiligt dømi um, at kommuna og land skapa karmar, til tess at stórar privatar íløgur kunnu gerast veruleiki.
? Ein beinleiðis farmaleið úr Vági á evropiska og ameriska meginlandið kann somuleiðis skapa nýggjar møguleikar fyri fiskafram-leiðarar í Suðuroy sum heild, sigur økismenningarálitið.