Fiskivinnuroynd
- Vit vita ikki, hvat vit eru farin í holt við, men eydnast tað, kann tað verða til nakað stórt.
John Nielsen, virkisleiðari hjá Føroya Fiskavirking í Suðuroy er ómetaliga spentur upp á eina nýggja roynd, sum Fiskavirking er fór undir í morgun.
Royndin verður gjørd í samstarvi við Framherja á Toftum.
Í hesum sambandi kom risastóri Fagraberg á Tvøroyri í morgun við eini stórari last av kongafiski.
Tey, sum ikki komast við navnið Fagraberg beinanvegin, minnast, at hetta er skipið, sum fyrr nevndist Krúnborg.
Hetta er eitt skip, sum altíð hevur fiskað sild, makrel, svartkjaft o.s.fr..
Men hendan seinasta túrin hevur Fagraberg fiskað eftir kongafiski í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar.
At Fagraberg nú eisini er farin at fiska kongafisk, er ein spennandi roynd í sær sjálvum og tað er ikki minni spennandi at fáa eitt so stórt skip inn á Tvøroyri, fullfermt av fiski.
Til stuttleika kann nevnast, at hann hevur fiskað í akkurát hesum økinum norðanfyri, sum Føroyar, Ísland og Noreg mikudagin skrivaðu avtalu um at býta ímillum hesi trý londini.
Og fiskiskapurin hevur hepnast væl tí tá ið Fagraberg kom á Tvøroyri høvdu teir 180 tons av kongafiski í lastini og tey hevur Fiskavirking gjørt klárt at taka ímóti.
Vita ikki rættiliga
Men tað, sum virkisleiðarin hjá Fiskavirking er so spentur uppá, er, hvussu tað fer at eydnast at virka hendan fiskin.
-Vit vita í veruleikanum ikki rættiliga, hvat tað er, vit hava keypt. Vit vita, at talan er um kongafisk. Vit vita, at hann líkist kongafiski í Irmingarhavi og vit vita, at hann er smáur, sigur John Nielsen.
Og, tað, sum verður avbjóðingin hjá Fiskavirking, er at vita, um tað ikki ber til at fáa lønandi vinnu burturúr.
Men av tí, at teir ikki vita, hvussu tað gongst at virka fiskin, eru teir heldur ikki heilt greiður yvir, hvat Fagraberg fær fyri lastina.
-Tað er torført at siga enn, tí vit vita ikki, hvat fæst burturúr, sigur John Nielsen.
À Fiskavirking á Tvøroyri er ætlanin at skera hann til flak og saga hann í blokk.
Blokkurin verður so førdur til Havnar, har hann skal sagast upp til útflutnings.
Og til hetta arbeiði, er ætlanin at fáa alla manningina hjá Fiskavirking á Tvøroyri til arbeiðis hesa lastina.
Ætlanin er at arbeiða í trýskiftisvaktum, allan sólarringin runt og tilsamans verða tey eini 80-100 fólk til arbeiðis
Væntandi fer tað at taka alla næstu viku at arbeiða allan fiskin.
Men John Nielsen væntar ikki, at tey klára at arbeiða alt undan á Tvøroyri og tí verður helst neyðugt at føra ein part av kongafiskinum til Havnar til virkingar.
Kann fáa stóran týdning
Hann sigur, at hepnast hendan royndin væl, kann hetta fáa stóran týdning.
- Hetta er ein roynd, vit gera saman við reiðaranum. Og eydnast royndin væl, eru vit til reiðar at taka ímóti meiri av hesum kongafiskinum á Fiskavirking og tað kann fáa stóran týdning fyri virkið á Tvøroyri og arbeiðsfólki her.
Tá ið teir fyrstu kassarnir vóru komnir í land og inn á virkið, var hann bjartskygdur og hann hevði góðar vónir um, at tað fer at bera til at fáa lønandi vinnu burturúr.
Stóri spurningurin verður helst um tað ber til at fáa so nógv burturúr, at eisini Fagraberg fær nøktandi prís fyri fiskin, men tað vita tey so ikki enn.










