Tvøroyri
Tvøroyrar Kommuna hevur fingið fyrispurning frá vinnurekandi, sum ætla at seta eitt virki á stovn í komununi.
Men tað serstaka við hesum virki er, at tað kann ikki vera ov nær bygdum øki.
À býráðsfundi á Tvøroyri herfyri, varð málið umrøtt og har varð skotið upp at broyta byggisamtyktina, so at virkið kundi byggjast úti í óbygdum.
Upplýstvarð ikki, hvat virki, talan var um, men tað er til so stóran ampa fyri fólk, at tað má liggja uttanfyri bygt øki.
Men uppskot koma fram um at broyta byggisamtyktina fyri Ásdal, so at virkið kundi byggjast har.
Ásdalur er lagt av til fíøki, men býráðið samtykti at broyta ein part av tí, til Havna og vinnuøki.
Einasti býráðslmur, sum ikki tók undir við hesum var Dan Nielsen. Hann helt seg var ov illa kunnaðan til at taka støðu. hann vísti á, at Trongisvágsfjørður var víðførur og hann skilti ikki, hví virki ikki kundi vera onkra aðrastaðni kring fjørðin uttan akkurát har eitt fríøki var frammanundan.
Tí mælti hann býráðnum til at vísa á okkurt annað øki.
Broyingarnar skulu nú liggja frammii tríggjar mánaðir, so at almenningurin kann gera viðmerkingar ella kæra um avgerðina. Ì síðsta enda er tað so landsstýrið, sum tekur endaliga støðu










