Gera tað tryggari at sigla til havnir í Suðuroynni

Hetta fer at bøta munandi um trygdina hjá skipum og bátum, sigur Umhvørvisstovan

Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri er leigaðu til at gera arbeiðið

Nú skulu innsiglingarnar til Tvøroyar havn og Vágs havn, verða tryggari.  Tað sigur Umhvørvisstovan og tískil fara tey í dag undir at gera mátingar uttan fyri innsiglingarnar í Vági og á Tvøroyri.

 

Hesi sjóøki vera máld av nýggjum av tí at trygdarskipanin í talgildu sjókortunum, ECDIS, ikki riggar í hesum økjunum. Orsøkin er, at óvissan um dýpi og dýpdarkurvar er ov stór, sigur Umhvørvisstovan. 

 

Harumframt eru dýpdarmátingarnar gamlar og ikki so neyvar, sum tær kunnu gerast við nýggjastu tøknini hjá havrannsóknarskipinum Jákup Sverra, ið er leigaður til endamálið.

 

Við hesum nýggju mátingum fáa skip og bátar eina munandi neyvari mynd at havbotninum og av, hvussu grynnur og boðar síggja út og tað fer at gera tað tryggari at sigla í hesum sjóøkjum.

 

Arbeiðið er mett at taka tveir og ein hálvan dag og støddin á sjóøkinum, ið ætlanin er at máta, er tilsamans 14,4 ferkilometrar.

 

Havrannsóknarskipið, Jákup Sverri er leigaðu til at gera arbeiðið