onkuntið verið harmar um, at tær hava ikki kent róðrarteinin nóg væl, og at hetta hevur verið ein av orsøkunum til, at tað hevur kiksað hjá teimum. Ein sovorðin umbering hevði ikki verið haldgóð í Sandavági [...] Tað hevur ikki gingið soleiðis hjá sandavágsbátinum í ár, sum tey har vesturi høvdu roknað við og vónað. Vestmannagentur hava verið teimum hinumegin Vestmannasund og knáar. Um tær umborð á Ørnini skuldu [...] verður spennandi. Drekin, sum á ólavsøku verður í heimasjógvi, stóð seg í Sandavági, betri, enn hann hevur gjørt fyrr í ár, tað gjørdi Súlan eisini, og tær umborð á Fípuni Føgru hava fleiri ferðir verið tætt
mál í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Harvið hevur Sandavágur fingið um endan aftur í hesi kappingini, eftir at tað í nøkur ár ikki hevur hilnast heilt so væl. Ørnin vann FM í kappingini millum [...] 5-mannafør í 1988, 1990, 1991, 1997 og aftur í 1998. Eingin bátur hevur í hesum tíðarskeiðnum verið so ofta meistari, sum Ørnin hevur verið tað. Tey árini, tá ið Ørnin vann, vóru tær báðar kappingarnar
Blik av Argjum. Ørnin úr Sandavági er longu komin í Sundalagið aftur, eftir at hon við gentumanning hevur luttikið í barnaróðrinum á Norðoyastevnu. Sjálvsagt er manningin eftir í Klaksvík, tí tær skulu taka
Ørnin hevur í dag vunnið barnaróðurin hjá gentumanningum. Hetta var sætta kappingin, og hetta var sætta ferðin, at genturnar í Sandavági vunnu. Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag vann barnaróðurin millum
ferð gekk tað ikki, sum tað hevur gjørt allar tær undanfarnu ferðirnar í summar, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust í góðveðrinum í Fuglafirði í summar. Higartil hevur Havfrúgvin úr Vestmanna vunnið [...] løtu sá tað út til, at tað skuldi ganga, sum tað fleiri ferðir fyrr í summar hevur gjørt, tá ið Havfrúgvin í endaspurtinum hevur tikið tað, sum tær í fyrsta partinum av róðrinum hava mist. Soleiðis var tað
okkara størsta fiskiskipi, Atlantic Navigator, í Klaksvík, sum er farin at rassast. Atlantic Navigator hevur ligið við bryggju í tríggjar vikur, men enn frættist onki um, nær ætlanin er at loysa aftur. Og tað [...] Vit hava fleiri ferðir roynt at fáa fatur á reiðaranum, Hanusi Hansen, men hann er burturstaddur og hevur ikki verið at hitt.
sum hevur rækjuloyvi ? Sjúrðarberg ? hevur enn ikki verið til fiskiskap, men hevur veitt rundan fisk í Barentshavinum. Bert eitt føroyskt skip ? Kappin ? er í løtuni við Eysturgrønland. Veiðan hevur ikki [...] seinastu árini, hava rækjuprísirnir verið støðugt fallandi seinastu nógvu árini. Seinastu uml. 4 árini hevur Kina keypt fitt av smáum kókaðum rækjum, men teir hava nú lagt so stórt innflutningsavgjald á rækjurnar [...] arbeiðir við at fáa eina semju við Kina um at lækkað tollin aftur. Umframt at veiðan higartil í ár hevur svíkt, og at prísir og marknaðir svíkja, er rækjuflotin sera hart raktur av methøgu oljuprísunum.
partur av teimum 20 fríhandilssáttmálunum, ið EFTA hevur við lond um allan heim. Sáttmálar, sum eru betri fyri føroyska samfelagið, enn teir, ið ES hevur. Enntá gerast vit partur av teimum 18 sáttmálunum [...] Tað longsta, ið vit kunnu koma, er at fáa eitt undantak líknandi tí, ið Áland hevur viðvíkjandi tollfríu søluni. ES hevur tryggjað sær, at avtalan hjá Álandi til eina og hvørja tíð kann verða tikin aftur
Hoydal, Jóannes Eidesgaard og Jørgen Niclasen nakrar álvarsamar politiskar trupulleikar, sum samgongan hevur trupult við at loysa. Orðaskiftið avdúkaði eisini, at partarnir aftan fyri ólavsøkupakkan eru avgjørdir [...] at flokkurin rak ikki politikk eftir veljarakanningum og hann endurtók síðani tað, sum hann áður hevur sagt, nevniliga, at vælferðin skal skerjast. Hann vísti í hesum sambandi til nútímans javnaðarflokkar [...] samgonguni. Megnar samgongan at semjast um eina fíggjarlóg innan teir karmar, sum samgongan sjálv hevur sett sær, so heldur hon valskeiðið út. Tað kann væl vera, men so kann verða spurt, hvussu valúrslitið
síðani fíggjarlógin bleiv framløgd hevur frá fleiri pørtum verið víst á, at psykiatriska økið fór at vera við skerdan lut. Sirið Stenberg sigur, at seinastu árini hevur psykiatriska økið verið í sera góðari [...] Nýggir viðgerðar- og arbeiðshættir eru settir í verk, størri opinleiki er um sálarsjúkur, og fokus hevur flutt seg yvir til, at fólk kunnu blíva frísk aftur av sálarsjúku. Størri og størri dentur verður [...] flyta ætlandi ikki inn í nýggju búeindina Eystan Heyg, men vera verandi á Psykiatriska deplinum? 3. Hevur ætlanin allatíðina verið, at so hvørt, sum búfólk fluttu út, skuldi peningurin sparast burtur a p