Ørnin er komin afturíaftur

Báturin, sum vann mest í níti árunum, var fyrstur um málið, men tað var í sera stórari kapping við Sílið

5-MANNAFØR KVINNUR

Ørnin úr Sandavági var fyrst á mál í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Harvið hevur Sandavágur fingið um endan aftur í hesi kappingini, eftir at tað í nøkur ár ikki hevur hilnast heilt so væl.
Ørnin vann FM í kappingini millum 5-mannafør í 1988, 1990, 1991, 1997 og aftur í 1998. Eingin bátur hevur í hesum tíðarskeiðnum verið so ofta meistari, sum Ørnin hevur verið tað.
Tey árini, tá ið Ørnin vann, vóru tær báðar kappingarnar í 5-mannaførum, sum nú eita gentur og kvinnur, í einum bólki.
Í fjør vann Sílið allar róðrarnar í hesi kappingini uttan ein. Hesa ferð gav Sílið Ørnini stóra kapping. Á málinum var munurin bara ein skutur.
Kappingin var rættuliga spennandi, tí Ritan, Jallur og Junkarin vóru eisini væl við, og tað leggur upp til stóran spenning, tá ið tað annan leygardag verður kappróður í Kollafirði.