Hesa ferð gekk tað ikki, sum tað hevur gjørt allar tær undanfarnu ferðirnar í summar, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust í góðveðrinum í Fuglafirði í summar.
Higartil hevur Havfrúgvin úr Vestmanna vunnið hvørja ferð, men í dag var tað Ørnin úr Sandavági, sum vann.
Starturin hjá Havfrúnni var einki serligur, og tær úr Sandavági løgdu seg skjótt fram í oddin. So fótaðu tær úr Vestmanna sær, og eina løtu sá tað út til, at tað skuldi ganga, sum tað fleiri ferðir fyrr í summar hevur gjørt, tá ið Havfrúgvin í endaspurtinum hevur tikið tað, sum tær í fyrsta partinum av róðrinum hava mist.
Soleiðis var tað tó ikki ídag. Ørnin vísti sannførandi avrik. Havfrúgvin bjóðaði av í endaspurtinum, og tað styttist alt meiri millum tveir teir fremstu bátarnar, men so stóð fast, og Ørnin var ein hálvan skut undan Havfrúnni, tá ið bátarnir fóru um málstrikuna.
1 Ørnin 05:34.14
2 Havfrúgvin 05:35.00
3 Tjaldrið 05:38.00
4 Teistin 05:39.03
5 Falkur 05:41.00
6 Hvassi 05:41.01
7 Drekin 05:42.22
Støðan
1 Havfrúgvin 34
2 Teistin 26
3 Ørnin 25
4 Falkur 22
5 Tjaldrið 18
6 Drekin 3
7 Hvassi 3