Barnaróður gentur: Tær úr Vágum vóru eina hálva bátslongd frammanfyri Blik av Argjum. Ørnin úr Sandavági er longu komin í Sundalagið aftur, eftir at hon við gentumanning hevur luttikið í barnaróðrinum á Norðoyastevnu.
Sjálvsagt er manningin eftir í Klaksvík, tí tær skulu taka ímóti steypi og gullkrónum. Tær úr Sandavági vóru eina hálva bátslongd frammanfyri Blik av Argjum. Royndin Fríða var bara eina sponn aftanfyri Blik.
Barnaróður gentur
1 Ørnin 02:39.07
2 Blikur 02:41.12
3 Royndin Fríða 02:41.24
4 Hulda 02:43.17
5 Jallurin 02:45.11
6 Tambar 02:45.20
7 Pílur 02:47.05
8 Firvaldur 02:51.12
9 Kollur 02:52.09
10 Havfrúgvin 02:53.01
1 Ørnin 7
2 Blikur 6
3 Royndin Fríða 5
4 Hulda 4
5 Jallurin 3
6 Tambar 2
7 Pílur 1
8 Kollur 0
9 Firvaldur 0
10 Havfrúgvin 0