Ørkymlað av at ganga hendur í lumma

Tey 110 fólkini, sum manna klaksvíkstrolaran, Atlantic Navigator, eru ørkymlað og frustrerað, tí nú hevur báturin ligið í tríggjar vikur, men tey fáa onki at vita frá reiðaranum

Atlantic Navigator
 
- Vit eru ørkymlað og vit eru frustrerað.
 Tað er manningin á okkara størsta fiskiskipi, Atlantic Navigator, í Klaksvík, sum er farin at rassast.
Atlantic Navigator hevur ligið við bryggju í tríggjar vikur, men enn frættist onki um, nær ætlanin er at loysa aftur.
Og tað, sum ørkymlar manningina, er júst tað, at tey als onki fáa at vita.
- Vit halda, at tað er vánaligt, at vit als onga kunning yvirhøvur frá frá reiðaranum, er tað stutta av tí langa av tí, sum fleiri av manningini siga við Sosialin.
Tey siga, at tey hava roynt at spurt seg fyri, men ongin sigur nakað.
Sostatt vita tey onki yvirhøvur um, nær ætlanin er at loysa aftur, ella hvør ætlanin er við bátinum yvirhøvur.
- Tað er ógvuliga frustrerandi at ganga hendur í lumma so leingi og so ikki fáa nakað at vita, siga fleiri av manningini
Tey siga, at er støðan tann, at reiðarin onki veit sjálvur, kundi hann í minsta lag sagt tað, tí so visti manningin í øllum førum tað.
Tað, sum manningin heldur vera serliga keðiligt, er, at nú manningin gongur í fyri onki, gongur hon samstundis í ongamannalandi.
- Vit eru ikki søgd upp, so vit fáa ikki eitt oyra úr ALS. Sostatt hava vit onki trygdarnet og tað eru mong, sum hava hús at svara fyri, sum eru við at koma í dýrastu neyð.
Hjá fleiri av manningini er støðan eisini tann, at tey hava ikki verið í nøkrum felag og tí hava tey heldur ikki fingið so frægt sum minstuløn.
- Hetta er eitt av landsins størstu arbeiðsplássum við 110 fólkum, sum bara verður lagt stilt, uttan nakra sum helst kunning til arbeiðsfólkið og tað halda vit er ósømilig viðferð av okkum, siga umboð fyri manningina.
- Slíkt hevði ikki komið fyri seg nakra aðra staðni, halda tey.
Og skiparin, Lion Petersen sigur heilt stutt, at hann veit heldur onki. Hann sigur ikki so nógv um støðuna, men hann viðgongur, at hann heldur, at tað er “beklagiligt” at tey onki fáa at vita. 
Vit hava fleiri ferðir roynt at fáa fatur á reiðaranum, Hanusi Hansen, men hann er burturstaddur og hevur ikki verið at hitt.