noydd til at taka støðu út frá tí, sigur hann. Og hetta hóast tað er uppgávan og ábyrgdin hjá Marinustøðini at vera bjargingarmiðstøð. ? Tá lógin um Vaktar- og Bjargingartænastuna varð tikin av, var eisini [...] sjóverjutyrlurnar var uppi og vendi seinast, var avgjørt, at tað var málsøkið hjá Fiskivinnustýrinum, av tí, at talan var um bjargingartænastu. Vit hava tí vent okkum til Fiskivinnustýrið og spurt um teirra støðu [...] støðu til málið, sum tað liggur nú. Elmar Højgaard, stjóri á Vaktar- og Bjargingartænastuni, sigur, at verður úrslitið at meginparturin av tyrluflogskiparunum sigur upp, so er eingin vón fyri, at donsku
avtalu, um donsku verjuna, sum gongur frá 1. januar 2000 og fimm ár fram. Avtalan inniber, at tyrlutænastan øll verður miðsavnað í Karup í Jútlandi, og tað hevur skapt øsing millum flogskipararnar. ? Men tað [...] tyrlutænastuna fyrr enn um eini trý ella fýra ár, og tí er ikki vist, at nakað hendir enn á sinni, sigur Alex Jensen. Nær fáa tit meir at vita um broytingarnar? ? Fyrst verða broytingarnar viðgjørdar í verjumálaráðnum [...] lagnan hjá tyrlutænastuni hjá sjóverjuni verður avgjørd. Tyrlutænastan er partur av donsku sjóverjuni, og tí verða tað teir, sum skulu avgera hvussu leikur fer. Men í løtuni fæst einki at vita um hvussu støðan
eygum Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum, setti stevnuna. Hon beyð teimum ymsu fyrilestrahaldarunum vælkomnum, og segði samstundis eitt sindur um gongdina í málinum higartil [...] búgvin til ítøkiliga verkætlan longu tá. Mett varð, at fyrst átti málið at verða viðgjørt við einum orðaskifti, har fleiri meiningar sluppu framat. Og tað var hetta orðaskifti, sum var á almennu ráðstevnuni [...] Nielsen, legði hart út. Í fyrsta fyrilestri sínum tosaði hon um etisku avbjóðingarnar innan bioteknologi. Og tað er ikki bara sum at siga tað at fara undir slíka gransking sum hesa, umrødd varð í Norðurlandahúsinum
spyrja, hóast vit fyrst og fremst koma at liva av okkara føroysku viðskiftafólkum. At matstovan er eina vitjan verd, kunnu vit báðir, myndamaðurin, vátta, tí vit fóru bæði mettir og vælsettir út aftur [...] gomlu kundunum hava spurt, um teir ikki fóru at varðveita gamla stílin, og tað hava teir so avgjørt. Nakrar broytingar eru tó gjørdar, og millum annað er køkurin fluttir, so at hann vendir niðan ímóti kondittarínum [...] broyting í mentanini hjá føroyinginum, sum ger, at fleiri og fleiri velja at eta úti á miðdegi. Serliga eru tað tey, sum hava búð uttanlanda og venda heim aftur, sum nýta henda møguleika, leggur Sofus Hansen
økið framvegis er kappingarført við onnur djúpvatnsøki? -Tað veldst fyrst og fremst um oljuprísin. Øll djúpvatnsøkini eru frontierumráði, og sjálvt um tú jarðfrøðiliga hevur góð hugskot, so er oljuprísurin [...] av peningi til forkanningar, og tí tey framvegis hava vónir um at finna olju og gass her. Nú eru so fleiri nýggj positiv tekin. Eitt nú eru oljuprísirnir hækkaðir munandi, og herfyri varð so avtala gjørd [...] ni. Og tá vit spyrja hann um avtaluna, sigur hann seg vera sera fegnan um hana. Hann metir avtaluna av stórum týdningi fyri bæði Føroyar og oljufeløgini. Hon er eitt positivt stig fyri Føroyar og Bretland
eftir bústaðarøkjum í Vági og bygdunum kring Vág. Liðini eru fýra í tali, og eru tey »Vestan fyri Gjógvará«, »Millum Gjógvará og Skálá«, »Uttanfyri Skálá« og »Nes, Porkeri og Hov« Eftir 10 dystin verður [...] úti á vøllinum. Og eftir dystin er skemtilig stafettrenning á skránni. Klokkan 17 verður landsdysturin millum Føroyar og Skotland vístur á stórskýggja í VB-húsinum. Hugnaløta, grill og Vestmenn Um veðrið [...] skipaður, eins og navnið sigur, við tíggju ymiskum kappingum, ið tó eru samanhangandi. Kappingarnar fevna millum annað um súkkling, renning, kappróður, kurvabólt, bogaskjóting, posarenning og brotssparkkapping
hugsa, at maðurin var nú her fyrst og av honum er hon tikin? Hvat veit eg? Men Gud hevur so samstundis við tignini, boði manninum, at elska og æra hana eins høgt og seg sjálvan. Og fyri alt tað, hevur Gud ikki [...] smálutum, og tað verður ov drúgt her aftur at viðmerkja tínar viðmerkingar. Og mangar av teimum eru leiðandi eisini, tykir mær, og eg leggi einki í, at mær skal fyriskrivast, hvussu eg skal svara. Og eg haldi [...] sum Satan, illu andarnir og øll ónd menniskju, ikki eru, er stríð. Og tað er stríð millum ilt og gott! Míni orð, har eg, tá eg síggi bíbliunar málistokk fyri náði, kærleika og miskun, sanni saman við Paulusi
vorðið eitt ógvuliga tungt og umráðandi øki, og at tað sum slíkt fær somu støðu og status sum onnur stýri. Anfinn Kallsberg sigur víðari, at tað verður gjørt fyrst og fremst við tí í hyggju, at henda nýggja [...] verður uppprioriteraður. Uppgávan og ábyrgdin hjá landsstýrismanninum verður framveg-is tann sama. Uppá fyrispurning um nýggja aðalstýrið merkir fleiri nýggj størv og fleiri almennar útreiðslur sigur Anfinn [...] rætt og gott. Í løtuni hoyra oljumálini undir Vinnumálastýrið. Hetta hevur verið galdandi, meðan oljumálini hava verið á einum meira fyrireikandi støði. -Nú meta vit, at oljan er eitt størri øki, og tá
undir at gera eina stýrda kjarnuboring, sum fyrst fer niður á og síðani framvið ætlaða tunnlinum. Boriútgerðin verður sett upp niðanfyri landsvegin millum Stykkið og Kvívík har tunnilslinjan fer undir landsvegin [...] kanningar gjørdar í Vestmannasundi, eins og 4 kjarnuboringar vórðu gjørdar. Kanningarnar, sum nú verða gjørdar, fara at fylla út glopp í fyrru kanningunum og hava til endamáls at fáa til vega neyvan kunnleika [...] frágreiðing til eigaran (Føroya Landstýri/ Vinnumálastýrið) um, hvussu og undir hvørjum fortreytum undirsjóvartunnilin kann byggjast og fíggjast.
í 2. hálvleiki, vóru skelkaðir, og tað lætnaði týðuliga hjá teimum, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Billy Dodds og Craig Burley skoraðu málini hjá Skotlandi, og teir eru báðir við í Føroyum. Rætti [...] alt betri, og so er tað kanska onkur, sum hevur hug at koma til tað úrslit, at í morgin fara føroyingar at fáa stig og kanska at vinna. Tað er ikki púra óhugsandi, at tað skal ganga soleiðis, og skotar meta [...] føroyska landsliðið hevði tikið við læru. Um spælararnir og venjarin framvegis minnast til lærdómin, og um so mangir áskoðarar koma, sum tað ljóðar frá, og um áskoðararnir kenna ta ábyrgdina, sum teir eiga at