Undirsjóvartunnilin verður nú fyrireikaður

Nú fer p/f Vágatunnilin undir forkanningarnar í sambandi við fyrireikingarnar av útbjóðing av arbeiðinum at gera tunnilin undir Vestmannasundi.

Tá ið arbeiðið verður boðið út, er tað av stórum týdningi, at óvissan um tilfarið, sum tunnilin skal gerast ígjøgnum, er so lítil sum gjørligt, við tað at arbeiðstakarin má leggja út fyri í prísinum hjá sær í mun til hvussu stór óvissan er, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í p/f Undirsjóvartunlinum

Tá ið tunnilsgerðin varð fyrireikað í 80-árunum, vórðu umfatandi seismiskar kanningar gjørdar í Vestmannasundi, eins og 4 kjarnuboringar vórðu gjørdar. Kanningarnar, sum nú verða gjørdar, fara at fylla út glopp í fyrru kanningunum og hava til endamáls at fáa til vega neyvan kunnleika um viðurskiftini undir botninum á Vestmannasundi, har tunnilin skal gerast.

Sum ískoyti til tær seismisku kanningar, sum fyrr eru gjørdar eftir ætlaðu tunnilslinjuni undir Vestmannasund, fer norska felagið Geomap at gera seismiskar kanningar yvir eitt strekki uppá 350-400 m miðskeiðis í sundinum.

Samstundis verður farið undir at gera eina stýrda kjarnuboring, sum fyrst fer niður á og síðani framvið ætlaða tunnlinum. Boriútgerðin verður sett upp niðanfyri landsvegin millum Stykkið og Kvívík har tunnilslinjan fer undir landsvegin.

Tað er norska felagið Entrepenørservice, sum fer at fremja kjarnuboringina, ið tilsamans verður 400 m til longdar.

Báðar kanningarnar eru ætlaðar at vera lidnar um hálvan august í ár.

Seinni í juni verður aðalfundur í felagnum, har nevndin letur frágreiðing til eigaran (Føroya Landstýri/ Vinnumálastýrið) um, hvussu og undir hvørjum fortreytum undirsjóvartunnilin kann byggjast og fíggjast.