Føðingardagur og summarstevna

Leygardagin halda vágbingar summarstevnu í sambandi við føðingardagin hjá VB og sambandi við, at jóansøkan í ár er verður hildin Tvøroyri

Tað er ikki bert grundlógin, ið hevur føðingardag leygardagin, men eisini Vágs Bóltfelag. Í hesum sambandi skipa vágbingar fyri summarstevnu á Eiðinum í Vági.

Slík summarstevna varð á fyrsta sinni hildin sum ein ørðvísi jóansøka fyri tveimum árum síðani, tá jóansøkan varð hildin á Tvøroyri. Tá varð summarstevnan hildin fyrst í juli mánaða, men nú er ætlanin at stevnan framhaldandi skal haldast í sambandi við føðingardagin hjá VB, grundlógardagin 5. juni. Á summarstevnuni í ár fyllir bóltfelagið 94 ár.

Fyri alla familjuna

Ætlanin er, at summarstevnan skal byrja klokkan tvey leygardagin, tá boðið verður vælkomin. Eftir hetta er ein alternativur 10 dystur á skránni. Hesin dystur er skipaður, eins og navnið sigur, við tíggju ymiskum kappingum, ið tó eru samanhangandi. Kappingarnar fevna millum annað um súkkling, renning, kappróður, kurvabólt, bogaskjóting, posarenning og brotssparkkapping.

Fyri, at kappingin skal hóska øllum aldursbólkum, er skipað soleiðis fyri, at ymiskir aldursbólkar luttaka í ymisku kappingunum í 10 dystinum, soleiðis, at talan er um eina kapping fyri alla familjuna.

Liðini í kappingini eru býtt upp eftir bústaðarøkjum í Vági og bygdunum kring Vág. Liðini eru fýra í tali, og eru tey »Vestan fyri Gjógvará«, »Millum Gjógvará og Skálá«, »Uttanfyri Skálá« og »Nes, Porkeri og Hov«

Eftir 10 dystin verður fótbóltsdystur millum 1. deildarliðini hjá kvinnum og monnum. Til hendan fótbóltsdystin eru vanilgu reglurnar broyttar soleiðis, at menninir eru skerdir í mun til kvinnurnar. Í hálvleikinum verður Aerobic fyri allar áskoðararnar úti á vøllinum. Og eftir dystin er skemtilig stafettrenning á skránni.

Klokkan 17 verður landsdysturin millum Føroyar og Skotland vístur á stórskýggja í VB-húsinum.


Hugnaløta, grill og Vestmenn

Um veðrið verður til vildar, er ætlanin at møguleiki skal vera at grilla á økinum kring VB-húsið allan dagin. Annars er møguleiki at keypa sær ábit.

Tá landsdysturin er liðugt leiktur ætla vágbingar sær at skipa fyri hugaløtu við felagssangi, og seinni spæla Vestmenn til dans í VB-húsinum.

Summarstevnan á Vágseiði endar sunnudagin við stórum bingo í VB-húsinum, har møguleiki er at vinna sær ein APEX ferðaseðil til Keypmannahavnar og aftur.