Kann gott gerast ein trupulleiki

? Hóast tað enn er púra óvist, hvussu nýggja verjuavtalan skal gjøgnumførast, so kann tað gott gerast ein trupulleiki at varðveita tyrlutænastuna við Føroyar, sigur Alex Jensen, tíðindaovasti hjá Søværnets Operative Kommando

Tað er í Danmark lagnan hjá tyrlutænastuni hjá sjóverjuni verður avgjørd.

Tyrlutænastan er partur av donsku sjóverjuni, og tí verða tað teir, sum skulu avgera hvussu leikur fer.

Men í løtuni fæst einki at vita um hvussu støðan er.

Tíðindaovastin hjá Søværnets Operative Kommando sigur við Sosialin, at teir enn einki hava frætt um hvussu nýggja verjusemjan skal gjøgnumførast, men hann viðgongur tó, at tað saktans kann fáa avleiðingar fyri tyrlutænastuna hjá sjóverjuni við Føroyar.

? Trupulleikin er, at vit hava ov fáar flogskiparar, og tað kann hava við sær, at vit ikki kunnu røkja tyrlutænastu hvørki við Føroyar, ella við Grønland, sigur Alex Jensen, tíðindaovasti.

Hann leggur tó afturat, at havast skal í hugað, at sjóverjan eisini hevur tilgongd av flogskiparum.

? Í løtuni eru fýra flogskiparar undir útbúgving í USA, og tað bøtir um støðuna, hóast hon kortini er torfør.


Kenna ikki

avleiðingarnar

Sum sagt, so kennir Alex Jensen ikki avleiðingarnar av verjusemjuni.

Politisku flokkarnir hava gjørt eina avtalu, um donsku verjuna, sum gongur frá 1. januar 2000 og fimm ár fram.

Avtalan inniber, at tyrlutænastan øll verður miðsavnað í Karup í Jútlandi, og tað hevur skapt øsing millum flogskipararnar.

? Men tað er lítið afturímóti tí, sum herurin skal ígjøgnum. Næstan allar deildir hjá teimum skulu flytast, so hetta er lítið av miklum, sigur Alex Jensen.

Men úrslitið er tó, at fleiri flogskiparar hava hótt við at siga upp.

? Tað er sjálvandi ein trupulleiki, sum vit mugu taka til viðgerar tá, men vit skulu samstundis hava í hugað, at flogskipararnir hava eina tænastuskyldu, sum ger, at teir ikki uttan trupulleikar kunnu fara úr starvi. Men eg kenni ikki umstøðurnar hjá tyrluflogskiparunum nóg væl til at kunna siga meir.

Eru føroyingar so bangnir fyri nøkrum, sum teir ikki nýtast vera bangnir fyri?

? Nei, tað vil eg ikki siga. Eg skilji væl, at fólk eru óttafull, tí tyrlutænastan hjá sjóverjuni er ein góður tryggleiki hjá smærri plássunum, men spurningurin er nær broytingarnar koma í gildi. Men tað kann verða, at vit ikki flyta tyrlutænastuna fyrr enn um eini trý ella fýra ár, og tí er ikki vist, at nakað hendir enn á sinni, sigur Alex Jensen.

Nær fáa tit meir at vita um broytingarnar?

? Fyrst verða broytingarnar viðgjørdar í verjumálaráðnum, sum síðani sendir nýggju rættningslinjurnar til okkara leiðslu. Har verður tað so avgjørt, hvussu leikur fer frameftir, sigur Alex Jensen, tíðindaovasti í Søværnets Operative Kommando at enda