húsini, um tey vistu, at tað fór at verða bygt í tveimum hæddum so tætt uppat teirra stykki. ? Tað er ringt at svara uppá, men so høvdu vit kanska umhugsað tað eitt sindur longri. Tað, sum tó fellur okkum [...] av okkara útsýni. Men tað ger minni, tí tey eru so langt burtur. Men so hava teir bygt tættari og tættari, og nú hava vit teir beint uttanfyri. Tað minsta býráðið kundi gjørt, var at kunna okkum um hetta [...] húsini av illum verið eittplanshús eisini, men tey verða í tveimum fullum hæddum. Tað fer at myrkja ótrúliga nógv um inni hjá okkum, sigur Marian á Borg, sum í næstum fer at fáa nýggjar grannar tætt uttanfyri
Tað var klokkan 12.17 í gjár, at løgreglan fekk boð um, at eldur var í Number 1 Pizza í Vágsbotni. Skjótt var stórt átakslið á staðnum við brandbilum, løgreglu og sjúkrabili. Eingin var inni í bygninginum [...] upp fyri at sleppa inn at sløkkja. Tá hurðin var opin, stóð roykur út gjøgnum dyrnar. Sløkkiliðsfólk tóku seg inn, og sambært vaktleiðaranum í morgun gekk tað rímiliga skjótt at fáa tamarhald á eldinum.
spennandi tiltøk vóru á skránni, og fløvandi var at Miðlahúsið var á tremur við fólki hetta kvøldið psykiatridagurin var. Undri meg mangan, hvussu til ber, at tað tykist at vera ósømiligt at tosa ov nógv um [...] við at skipa dagin, tá hon var til arbeiðis. Hon fekk ein mentor sum hjálpti henni við at raðfesta uppgávurnar og leggja henni lag á. Eisini var ein sum hevði verið sjúk í longri tíð vegna strongd. Hendan [...] generalisera. Eitt er tó púra vist, og tað er, at eitt hitt týdningarmesta, eisini hjá tí sálarsjúka er, hetta við at hava nakað at fara upp til, kenslan av at tað er brúk fyri mær og at eg geri ein mun
eftir Vágsfirði við eini grind Tað var beint eftir klokkan 16 í dag, at ein bátur boðaði frá, at hann lá við eini grind inni á Hovsfirði Bátar vóru skjótt hjá henni og og tað gekk gott at reka han,a Hon gekk [...] løtu síðani var hon komin heilt inn ímóti Grótkastinum á Vágsfirði. Òvist er, hvussu stór grindin er, men?tað er nakað?, sum tey málbera seg. Sýslumaðurin, Jaspur Vang, sigur, at hepnast tað at fáa lívið [...] smakk. Hetta hevði komið væl við hjá suðuroyingum, tí har munnu tað vera ógvuliga fá, ið eiga nakað eftir, so langt síðani er tað, at grind var seinast.
Tað eru sterkastu menn í Íslandi, Danmark, Noreg, Svøríki, Onglandi og Føroyum, sum hittast til kapping í fimm disiplinum. Tað er serliga íslendingurin, sum er áhugaverdur, tí hann var bara millimetrar [...] við seinastu HM kapping. Føroyska umboðið, Bogi Hammer, heldur, at hjá sær ræður tað um ikki at enda aftastur, tí tað eru ógvuliga sterkir menn, hann er uppi ímóti. Kappingin klokkan 19. Bogi Hammer [...] at hann væntar nógv fólk til kappingina. Lesið eisini samrøðu við Boga Hammer í Vikuskiftinum inni í blaðnum.
vórðu skotnir inni í afghanska innanríkisráðnum í dag. Sambært Reuters er talan um tveir yvirmenn í amerikanska herinum, ein major og ein oberst. Afghanska innanríkisráðið sigur, at tað veit ikki, hvør [...] hvør skjeyt teir báðar amerikanararnar, men tíðindafólk í Kabul siga, at tað var ein heldur harðligur orðadráttur, sum endaði við, at teir báðir ráðgevarnir vórðu skotnir. Aftur í dag vóru nógvir afghanar [...] koranini fyri nøkrum søgum síðani. USA hevur formliga biðið Afghanistan um umbering fyri tað, sum hendi, men tað hevur ikki sissað fólk.
sløkkiliðsmonnunum í Kollafirði, tí tá var eldurin kyknaður uppaftur. ? Tað var nógvur vindur leygardagin, og tá talan er um hoyggj, sum er savnað í so stórum mongdum liggur tað og gløðir leingi. So skal lítið [...] Kollafirði. Og 10 minuttir seinni var sløkkiliðið á staðnum. ? Tá vit komu úr tunlinum í Kollafirði, sá eg beinanvegin, at tað fór ikki at bera til at sløkkja eldin inni frá. Vit sóu eldin ígjøgnum taks [...] verður av politistøðini í Havn, at tað vóru onkrir trupulleikar við tilkallingarskipanini, sum tó vóru upprættaðir beinanvegin. ? Vit byrjaðu at sløkkja úti frá, tí tað var so heitt og vit sluppu ikki inn
fundinum var at kunna okkum um ætlaðu umleggingarnar á føðideildini. Leiðslan legði ætlanina fram fyri okkum. Vit skiltu tað soleiðis, at hetta var ein ætlan sum hevði verið í gerð yvir longri tíð, helst [...] og at tíðin nú var komin til at seta hesa í verk. Leiðslan legði eisini dent á, at upprunaliga var ikki ætlanin, at starvsfólk skuldu sigast upp í samband við umleggjanina, men at tað nú ikki slapst undan [...] verið í stoypiskeiðini yvir longri tíð, so er hon nú vorðin til eina avleiðing av, at LS. leiðslan er kroyst til at spara nakrar milliónir á fíggjarætlanini her og nú. Tað skal her gerast heilt greitt
stjala stig frá HB. - Tað er ein góður spurningur. Hon er hin sama sum ímóti øllum øðrum. Tað hevur ikki riggað væl á stigatalvuni, og tað er so tað, sum tað er. Við 10 monnum er tað trupult at halda hjá [...] góðu løturnar. Spælið blívur krampagtigt og stirvið til tíðir, og tað slepst ikki undan. Vit hava havt trupulleikar við at skora, so tað var gleðiligt at fáa mál, heldur Eli. - Fyritreytir hava hvørki verið [...] vit fluttu liðið longri fram á vøllin í seinna hálvleiki, segði Eli Hentze. B71 hevur í ár havt trupulleikar við at fáa eina góða byrjan á ein dyst, og er sum oftast komið afturúr. - Tað er langt ímillum
megnaðu tað í løtum, men tá ið roynt var við sendingum yvir longri tein enn kanska sjey metrar, so fór vindurin avstað við bóltinum. Spentar støður vóru í 07 Vestur brotsteiginum, uttan at tað eydnaðist [...] viðførinum. Vindurin var nógvur, og tað bar við sær, at umstøðurnar vóru øgiliga torførar at fáa skipað og samanhangandi fótbóltsspæl í lag, hóast hugburðurin hjá báðum pørtum var góður. Pætur Dam Jacobsen [...] málinum. Hjá Skála var tað óheppið, at vongverjin í høgru, álitismaðurin og veteranurin Teitur R. Joesen longu eftir fimm minuttir noyddist skaddur av vøllinum. Í seinna hálvleiki var vindurin eina løtu