Bygningurin hjá MBM fóður í Kollafirði brann leygardagin í grund. Sjálv orsøkin til eldsbrunan er ikki staðfest enn.
Klokkan 12.09 fekk Brandstøðin í Havn boð um stóra eldsbrunan í MBM fóður í Kollafirði. Og 10 minuttir seinni var sløkkiliðið á staðnum.
? Tá vit komu úr tunlinum í Kollafirði, sá eg beinanvegin, at tað fór ikki at bera til at sløkkja eldin inni frá. Vit sóu eldin ígjøgnum taksvindeyguni, sum longu tá helst eru brostin, sigur Hans David Hansen, varasløkkiliðsstjóri á Brandstøðini í Havn.
Hans David Hansen var fyrsti sløkkiliðsmaður á staðnum úr Havn, og sigur hann, at tað gekk væl at sløkkja tá hugsað verður um umstøðurnar.
Tilkallingarskipanin
Bert tveir sløkkiliðsmenn úr Kollafirði vóru komnir til, tá sløkkiliðið úr Havn kom á staðið. Júst hví so er, er ilt at siga, men upplýst verður av politistøðini í Havn, at tað vóru onkrir trupulleikar við tilkallingarskipanini, sum tó vóru upprættaðir beinanvegin.
? Vit byrjaðu at sløkkja úti frá, tí tað var so heitt og vit sluppu ikki inn í bygningin. Nóg mikið av vatni var, bæði frá brandpostum og úr sjónum, greiðir Hans David Hansen frá.
Eldurin, sum kyknaði í niðara enda oman ímóti sjónum, varð sløktur um 16.30-17 tíðina leygardagin. Men sløkkiliðs menn úr Kollafirði vóru á staðnum heilt til á midnátt.
Aftur sunnumorgunin klokkan 11 vórðu boð eftir sløkkiliðsmonnunum í Kollafirði, tí tá var eldurin kyknaður uppaftur.
? Tað var nógvur vindur leygardagin, og tá talan er um hoyggj, sum er savnað í so stórum mongdum liggur tað og gløðir leingi. So skal lítið til áðrenn ein glóð kann gerast stór og festa í aftur.
Húsini, sum standa næst bygninginum, vóru eisini køld niður av trygdarávum, men tey vóru ongantíð í veruligum vanda. Hans David upplýsir, at tað byrjaði at gerast heitt inni í nøkrum húsum, men lítið skal til áðrenn hitin kemur inn, tí stráluhitin var nógvur.
Kanna orsøkina
Í gjár, mánadag, skuldi kanningararbeiðið eftir ætlan byrja. Politiið í Havn fær hjálp úr Danmark frá Kriminaltekniskudeild í Ålborg, umframt ein maður frá Dansk Brandteknisk Institut eisini er við.
? Ongin orsøk er staðfest enn, men hetta verður arbeitt víðari við, sigur Bergleif Brimvík á kriminaldeildini á politistøðini í Havn.
Menninir úr Danmark, sum eru serkønir á økinum, skuldu koma við flogfari úr Danmark í gjár, og tá skuldi kanningararbeiðið byrja sum skjótast.
Virði fyri nakrar milliónir er farið fyri skeytið. Eirikur Thorvaldsson, stjóri á MBM, hevur sagt við Útvarpið, at ætlanin er at byggja bygningin uppaftur sum skjótast. Sjálvur bygningurin er eini tríggjar milliónir verdur, umframt vøran, sum var á goymslu.
sí annars. www.olivant.fo/modules/myndir.asp









