Vindurin hevði valdið undir Mýruhjalla

Spælið hjá heimaliðnum hekk frægari saman, men tað eydnaðist ikki at skjóta mál

Kári J. á Høvdanum hevur bríkslað fyri síðstu ferð í dag undir Mýruhjalla á Skála. Máltalvan vísir 0-0, og tá ið gongdin og leikligu avrikini vera havd í huga, so eiga teir á heimaliðnum at vera harmir um at hava tapt tvey stig, meðan gestirnir eiga at vera væl nøgdir, nú teir rigga til at fara vestur aftur við einum stigi í viðførinum.

 

Vindurin var nógvur, og tað bar við sær, at umstøðurnar vóru øgiliga torførar at fáa skipað og samanhangandi fótbóltsspæl í lag, hóast hugburðurin hjá báðum pørtum var góður. Pætur Dam Jacobsen og Ari Ó. Ellingsgaard á sentrala miðvøllinum hjá heimaliðnum megnaðu tað í løtum, men tá ið roynt var við sendingum yvir longri tein enn kanska sjey metrar, so fór vindurin avstað við bóltinum.

 

Spentar støður vóru í 07 Vestur brotsteiginum, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Onkra ferðina streyk bólturin framvið málinum.

 

Hjá Skála var tað óheppið, at vongverjin í høgru, álitismaðurin og veteranurin Teitur R. Joesen longu eftir fimm minuttir noyddist skaddur av vøllinum.

 

Í seinna hálvleiki var vindurin eina løtu so nógvur, at tað sá út til at vera heilt torført hjá gestunum at vinna seg fam ímóti vindinum. Tá hekk spælið hjá teimum í smáum sekvensum saman, uttan at tað var heilt vandamikið frammanfyri Jákup Nolsøe Olsen. Heldur ikki tá ið mongu hornaspørkini vórðu løgd innfyri kendist vandi vera á ferð.

 

Úrslitið ber við sær, at bæði liðini hava tvey stig.